Bað leigudrápsmann drepa 3 ára gamla sonin
18 ára gomlu genta bjóðaði leigudrápsmanni 20.000 krónur fyri at drepa 3 ára gamla sonin. Tó kom tað ongantíð so langt
Í USA hendir mangt og hvat. Hetta er ein av teimum keðiligu søgunum. Kanska skuldi slíkt ikki verið skriva. Men um tað ikki verður skriva, so vita vit ikki, hvussu illa tað kann ganga, tá ringast er.
Ein 18 ára gomul genta bleiv í gjár handtikin tí hon hevði bjóða einum leigudrápsmanni uml. 20.000 krónur fyri at drepa 3 ára gamla sonin.
Hon setti seg í samband við onkran umvegis internet í fyrradagin. Hetta var tó ein heimasíða, sum løgreglan stendur fyri. Síðan er ætla at fyribyrgja drápum. Ein løgreglumaður lat sum um hann var til reiðar at gera tað umbidna arbeiðið. Og síðan bleiv unga mamman handtikin.
Mamman er í fongsli, ákærd fyri at fyriskipa manndráp.
CBS í Miami lýsir søguna soleiðis og í USA eru bæði navn og mynd almenn tá fólk blíva handtikik.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur