Runavíkar kommuna sigur ósætt fyri kærunevndum
Kærunevndin í Lendismálum sigur at Runavíkar kommuna sigur ósætt fyri Løgtingsins umboðsmanni og Kærunevndini og penslar tað út, soleiðis at onki er at ivast í.
Eftir at R7, søkti um innlit í juni um byggimálið hjá OCD, kært til Løgtingsins umboðsmann, sum sendi skriv til Runavíkar kommunu kom loksins innlit 21 juli.
Innlitið er 351 síður. Av hesum eru nakrar síður tómar og okkurt er tvær ferðir. Soleiðis eru almenn arkiv nú einaferð. Nógv at lesa tá ein onki veit um málið, meðan tað er skjótt tá ein veit eitt sindur.
Tað tók R7 á leið 15 minuttir at skimma hesar 351 síðurnar og at gera eitt yvirlit. Okkurt vistu vit frammanundan og tað lættir um.
Tann mest keðiliga er at Kærunevndin í Lendismálum staðfestur, at Runavíkar kommuna sigur beinleiðis ósætt, bæði við Løgtingsins umboðsmann og við Kærunevndina í Lendismálum. Og tað má sigast at tey pensla tað út, soleiðis at onki er at ivast í.
Kærunevndin í Lendismálum sigur m.a. hetta og vit citera:
“Runavíkar kommuna gav ongantíð OCD boð um at steðga byggingina, hóast tað gingu 10 mánaðir frá at umboð fyri “grannan” á fyrsta sinni vendu sær til kommununa, til byggiloyvi var givið OCD. Hetta merkir sostatt, at kommunan hevur havt neyðuga kunnleikan til arbeiði og havt allar møguleikar at steðga byggingini.
Í staðin hevur kommunan við telduposti til undirritaða og Løgtingsins Umboðsmann í sambandi við klagumálið um byggiverkætlanina, ávíkavist 16 februar 2022 og 28 februar 2022, víst á, at kommunan ikki fær “givið fleiri upplýsingar um málið, tí málið um bygging ikki er í viðgerð hjá kommununi” og at “Eingin umsókn um byggiloyvi ella tekningar til nakran bygning á matr. Nr. 166b er latin kommununi og eingin viðgerð er heldur farin fram um bygging, hvørki munnliga ella skrivliga”
Hetta vísur greitt, at kommunan tilvitað ikki hevur at steðgað byggingini í samsvari við tað, sum § 10, stk. 2 í byggilógini fyriskrivar, hóast “eingin umsókn um byggiloyvi” ella “eingin viðgerð er farin fram um bygging”.
Við skrivi til Løgtingsins Umboðsmann, dagfest 13. April 2022...., vísur kommunan á, at einasta mistakið, sum kommunan hevur gjørt í málinum er, at munnlig loyvi vóru givin, men at hetta ikki hevur havt veruligan týdning fyri avgerðina. Harumframt vísir kommunan á, at OCD sum byggiharri ikki kann lastast hesum, men bert hevur virkað eftir boðum frá kommununi.
Citat enda
Sum vit síggja, so staðfestur kærunevndin í lendismálum, at kommunan sigur ósætt í sínum samskifti við bæði Kærustovnin í Lendismálum og Løgtingsins umboðsmann.
R7 hevur biðið um innlit í notat um hvør hevur givið munnligt byggiloyvi og nær. Vit hava eisini biðið um innlit í fundarfrágeiðingar frá kommununi um ástaðarfundir, sum ikki tykjast skrásettir. R7 hevur eisini spurt um orsøkina til at borgarstjórin sjálvur skrivar bræv til OCD í mai, um at gevast við byggingini, tá OCD annars hevur fingið ætlanarskriv um at byggingin er í lagið, umframt bæði munnligt og skrivligt byggiloyvi og at kommunan samtykti at alt var í lagið vikuna eftir.
Roknast kann við at tað eru fleiri leikir eftir í hesum talvi.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











