Skifta sólpanel út vit regnpanel
Kinesarar kunngjørdu í seinastu viku, at teir kunnu framleiða el úr regndropum. Teir fáa 200 watt pr. kvadratmetur.
Kinesarar hava granska í panelum, sum minna um sólpanel, men framleiða El úr megini úr regndropum sum koma av himli. Teir hava nú gjørt eitt risastórt frambrot, sum vísur seg at geva 200 watt pr. kvadratmetur. Tað eru 20 KW á 100 kvadremetur taki pr. tíma tá tað regnar.
Granskingin er gjørd á Tsinghua Shenzhen International Graduate School og maðurin sum stó á odda fyri granskingini eitur Zong Li
Tað tíður uppá, at sethúsaeigarar um nøkur ár kunnu verða á leið sjálvforsýnandi við EL. Sethús hús brúka frá 300kw og uppeftir pr. mána. Skipanin er gjørd við akkmolatori sum goymslu. Tað ber tí til at nøkta tørvin við 15 tímar av regni pr. mána.
Enn er hetta á granskingarstøði. Men nú sær út til at tað loysir seg at framleiða slíkar skipanir. Ivaleyst verður skipanin betra komandi árini, soleiðis at uppaftur meira orka fæst úr regninum.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur