213 børn fleiri í 1. flokki enn fødd í 2016&2017
Seinastu 10 árini eru í miðal 84 børn fleiri í fyrsta flokki enn børn fødd í Føroyum 7 ár frammanundan. Munurin er góð 13,2% ella ein av umleið 7 næmingum.
Grein í skúlablaðnum upplýsur at mikudagin byrja 761 børn í fyrsta flokki. Seinasta ár var talið 730 børn. Tí er talan um vøksur í barnatalinum á 31 børn.
Vit hugdu eftir tølum fyri børn sum eru fødd í 2015 og 2016, fyri at samanbera. Tey tølini vísa, at í 2015 vóru 606 børn fødd og í 2016 vóru 672 børn fødd.
Sostatt fóru í fjør og í ár 213 børn fleiri í skúla enn tað eru fødd í Føroyum 7 ár frammanundan. Seinasta ár fóru 124 børn fleiri í skúla enn tað blivu fødd 7 ár frammanundan og í ár eru tað 89 børn fleiri enn fødd vóru í 2016.
R7 hugdi eftir onkrum tølum frá Hagstovuni, sum vístu tað sama, tó at har stendur at 736 børn vóru í 1. flokki seinasta ár. Tølini hjá Hagstovuni fyri seinastu 10 árini vísa at millum 43 og 134 fleiri børn byrja í skúlanum enn tað eru fødd 7 ár frammanundan. Munurin í 10 ár er tí á leið 838 børn ella meira enn ein árgangur.
Tal av føddum børnum sambært hagstovuni:
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur