Runavíkar kommuna svarar ikki umboðsmanninum
Løgtingsins umboðsmaður hevur fyri aðru ferð tikið avgerð í sama máli um Runavíkar kommunu. Seinast hugdi Kommunala Eftirlitið ikki eftir málinum, men hesaferð fara tey at hyggja.
Borgarar hava sambært lóg rætt til byggiloyvi um teir halda treytirnar í byggisamtyktini. Somuleiðis hava kommunur tí skyldu sambært lóg at útskriva byggiloyvir.
Tað tykist tó rímuliga vanligt at kommunur ikki fylgja lógini. Higartil er ongin kommuna melda til Løgregluna fyri lógarbrot, hóast Umboðsmaðurin hevur víst á hópin av málum, har tað umframt at verða fyrisitingarliga illa frágingið eisini tykist verða lógarbrot.
Tað kann ikki verða rætt at tað skal verða uppgávan hjá borgarum at stevna, tí teir kunnu bara stevna eftir endurgjaldi og møguliga fáa rættin at áleggja kommunu at viðurkenna. Tað átti at verið uppgávan hjá eftirlitismynduleikanum, sum prinsipp, at melda hvørt einasta lógarbrot har óneyðugt drál er orsøkin. Tá mál koma so langt sum til LUM og víðari til Kommunala Eftirlitið tí tey ikki verða avgreidd er orsøkin ikki drál, men at kommunan ikki ynskir at fylgja lógini. Óneyðugt drál er ikki ein feilur. Óneyðugt drál í slíkum føri er tilætla lógarbrot.
Í brævi til Landsstýri sigur Løgtingsins Umboðsmaður at Runavíkar kommuna svarar ikki, hóast tey hava bæði ringt og skriva. Hetta er aðru ferð Løgtingsins Umboðsmaður sendur skriv til kommunala eftirlitið. Fyrstu ferð var fyri ári síðan.
Aftaná fyrstu niðurstøðuna skrivaði Borgarstjórin Torbjørn Jacobsen til Løgtingsins Umboðsmann og kommunala eftirlitið, at hann tók alla ábyrgd á seg. Tá onki er hent og umboðsmaðurin ikki fær svar, er nærliggjandi at hugsa, at borgarstjórin ikki meinti tað hann skrivaði til mynduleikarnar. At kommunan ikki svarar, hóast tað verður bæði ringt og skriva styrkir mistankan. Um nevndu stovnar leggja nakað í tað er ivasamt.
Tað ljóðar álvarsligt. Men Løgtingsins Umboðsmaður er bara vegleiðandi og tí er onki lógarkrav um at lurta. Kommunala eftirlitið hevur avmarkaðar heimildir og kann í mesta lagið áleggja kommunustýri tvingsilsbøtur í heilt serligum førum. Meðan Løgtingsins Umboðsmaður hyggur eftir um mál eru avgreidd fyrisitingarliga rætt, hyggur Kommunala Eftirlitið eftir um tað er lógliga rætt farið fram.
Tað kann tykjast undarligt, at kommunala eftirlitið ikki, sum ein náttúrligur partur av viðgerðini, meldar mál til Løgregluna, tá tey annars viðgerða mál sum lógarbrot.
Kommunustýri hevur í ávísum førum rætt til at koyra borgarstjóran frá. Men tað skulu góðar orsøkir til tað. Tað krevst eisini góðkenning frá Landsstýrinum. Tað er ongantíð hent í Føroyum. Men í Danmark er onkur borgarstjóri farin frá.
Kommunala eftirlitið hevur fingið brævið frá Løgtingsins Umboðsmanni. Tey hava ikki viðgjørt tað og tí kunnu tey ikki siga nakað um málið. Tey fara at hyggja eftir tí í nærmastu framtíð. Tá tey hava hugt eftir málinum, taka tey støðu til um tey gera nakað ella onki.
Annars er kommunuskipanin í Runavíkar kommunu soleiðis at tað er Vinnu&Havnanevndin sum eigur at avgreiða neystaloyvir, tá onki er at ivast í. Sostatt er orsøk at ivast í um borgarstjórin kann ábyrgdast fyri at mál ikki verða avgreidd í nevnd.
Annars sigur kommunulógin, at kommunustýrislimir kunnu ábyrgdast persónliga um teir gera okkurt skeivt. Skuldi onkur stevnt og fingið viðhald og endurgjald, tí neyst nú eru dýrka kanska 500.000 pr. stk. orsaka av ov seinari viðgerð í kommunustýrinum, er ikki óhugsandi at kommunustýrislimir og ikki kommunan, ábygdast.
Løgtingsins umboðsmaður skrivar hetta á heimasíðuni:
"Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi kunning frá Runavíkar kommunu í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til neyst.
Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna, hóast álvarsliga átalu í september 2022, enn í juni 2023 ikki hevði viðgjørt umsókn klagarans um byggiloyvi til neyst, og at Runavíkar kommuna í slíkari støðu ikki gjørdi meira fyri at kunna klagaran um støðuna við máli hansara, og nær avgerð kundi væntast.
Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina sera álvarsliga átalu fyri hetta og sendi samsvarandi umboðsmanslógini § 10 fráboðan um málið til Løgtingið, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum."
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í bókasøvnum kring landið
Eldur í norskum trolara
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Fleiri serlæknar
Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
IRF og KOB í eina felags skipan
John Bull
Laksaprísurin lágur, men hækkingar í væntu
Makrelkvotan minkar 22% í 2025
Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Nýtt Brekumboð
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 202 tons
Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring
Váðameting gerast fyri Føroyar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur