Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Eg havi mist alt fyri tær

Innanlands | 28/08-2023 07:00

Stjórin í Dataeftirlitinum var sera illur, tá hann bleiv avdúkaður sitandi báðu megin borðið

Stjórin í Dataeftirlitinum, Tóri Højgaard, sum eisini er formaður í Byggi & Býarskipanarnevndini í Runavíkar kommunu, var ikki blíður við kærara, sum kærdi at grannin bygdi. Sæð í ljósinum av, at kærarin hevði fingið viðhald og at Kærunevndin sigur, at kommunan beinleiðis lýgur, fyri almennum mynduleikum, kann tykjast rættari at krúpa til krossin.

Í staðin skrivar Tóri Højgaard, í samskifti við kæraran: “Eg havi mist alt fyri tær” Og tað var ikki tað einasta hann skrivaði.

Orsøkin til at stjórin í Dataeftirlitinum gjørdist so illur er, at Dataeftirlitið ætlaði at leiga bygningin, sum kærarin ikki ynskti bleiv bygdur. Kærunevndin í Lendismálum tók avgerð um at byggingin er ólóglig. Kærarin vístí í skrivi til kommununa á, at Tóri Højgaard sat báðu megin borðið.

Tóri Højgaard er formaður í Bygginevndini í Runavíkar kommunu. Tað merkir eisini at hann í 10 mánar ikki hevur gjørt sína skyldu, sum formaður í Byggi & Býarskipanarnevndini. Tað er jú greitt at slík ólóglig bygging skal steðgast. Sí sitat frá Kærunevndini í Lendismálum niðast í hesari grein.

Tóri bleiv illa við og Tobbi hoppaði í stólinum tá spurt bleiv á býráðsfundi um, hvat OCD bygdi, og Tóri nevndi seinasta býráð, sum vísur, at hann visti, men ikki vildi siga.

Um tað var stjórin í Dataeftirlitinum ella tað var formaðurin í Byggi & Býarskipanarnevndini, sum var illur vita vit ikki. Møguliga vóru tað báðir. Samskifti finst ikki í arkivinum hjá Runavíkar kommunu, sum tað ivaleyst eigur at gera. Tað hevði verið revsa við stórari bót, um Dataeftirlitið hevði eftirlit við kommunalum arkivum. R7 hevur biðið um alment innlit, frá Dataeftirlitinum, og so fáa vit at síggja, um tað heldur ikki er har. Men sjálvandi hevur kærarin eitt eintak av samskiftinum.

Runavíkar kommuna úttalar til Løgtingsins umboðsmann, at tey hava givið munnligt loyvi, meðan tey til kærunevndina í lendismálum skriva, at har er onki mál. Kærunevndin vísti teimum á bæði skrivini og avdúkaði harvið lodrætta lygn frá Runavíkar kommunu.

Tóri Højgaard hevur eisini luttikið í arbeiðinum við at bjarga kommununi upp á turt í hesum máli, írokna at royna at fáa ein bygning bygdan. Tað merkir, at hann eisini hevur ábyrgd av at byggingin ikki er steðga í góðari tíð. Hvussu nógv hann veit um málið ber ikki til at siga, fyrr enn vit fáa innlit í málið frá Dataeftirlitinum. Vit hava akkurát sent fyrispurning um innlit.

Somuleiðis hevur Torbjørn Jacobsen upplýst fyri kæraranum, at hann heldur seg verða innhabilan, tí hann kennir báðar partar, men hann luttók allíkavæl í royndini at bjarga tí, sum bjargast kundi.

Tað sum er bygt higartil, er bygt við ólógligum byggiloyvi. Munnliga byggiloyvi tykist ongin vita nakað um og tað existera bara sum viðmerking i uttanhýsis skrivi. Kommunan hevur verið á ástaðarfundi, men onki fundarreferat er skrásett í journalini hjá kommununi um tað, tó at onkur mynd og onkur teldupostur vísa, at ástaðarfundur hevur verið.

Í stuttum kunnu vit siga, at umsøkjarin søkti um at byggja parkeringspláss til lastbilar. Tóri Højgaard/Dataeftirlitið ætlaði at leiga skrivistovuhølir. Umsøkjarin byggir stuðlamúr við tjúkkari isolering. Kommunan broytir fyrr givna munnliga loyvi, sum ikki er notera í arkivinum og ólógliga skrivliga loyvi, við býráðssamtykt, soleiðis at umsøkjarin nú hevur fingið loyvi at byggja tað, bygt er higartil, (planering og stuðlamúr) við tí treyt, at parkeingsplássi ikki kann brúkast til lastbilar og tí ikki kann brúkast sambært innsendari umsókn.

Hetta er ov býtt til at verða sannheit, men tað er tað sum skjølini vísa. Og tað var á hesum “parkeringsplássi” Dátueftilitið ætlaði at leiga skrivstovuhølir.

Kærunevndin í Lendismálum segði m.a. hetta og vit citera:

“Runavíkar kommuna gav ongantíð OCD boð um at steðga byggingina, hóast tað gingu 10 mánaðir frá at umboð fyri “grannan” á fyrsta sinni vendu sær til kommununa, til byggiloyvi var givið OCD. Hetta merkir sostatt, at kommunan hevur havt neyðuga kunnleikan til arbeiði og havt allar møguleikar at steðga byggingini.

Í staðin hevur kommunan við telduposti til undirritaða og Løgtingsins Umboðsmann í sambandi við klagumálið um byggiverkætlanina, ávíkavist 16 februar 2022 og 28 februar 2022, víst á, at kommunan ikki fær “givið fleiri upplýsingar um málið, tí málið um bygging ikki er í viðgerð hjá kommununi” og at  “Eingin umsókn um byggiloyvi ella tekningar til nakran bygning á matr. Nr. 166b er latin kommununi og eingin viðgerð er heldur farin fram um bygging, hvørki munnliga ella skrivliga”

Hetta vísur greitt, at kommunan tilvitað ikki hevur at steðgað byggingini í samsvari við tað, sum § 10, stk. 2 í byggilógini fyriskrivar, hóast “eingin umsókn um byggiloyvi” ella “eingin viðgerð er farin fram um bygging”.

Við skrivi til Løgtingsins Umboðsmann, dagfest 13. April 2022...., vísur kommunan á, at einasta mistakið, sum kommunan hevur gjørt í málinum er, at munnlig loyvi vóru givin, men at hetta ikki hevur havt veruligan týdning fyri avgerðina. Harumframt vísir kommunan á, at OCD sum byggiharri ikki kann lastast hesum, men bert hevur virkað eftir boðum frá kommununi.

R7 hevur fingið innlit, men bíðar eftir meira innliti og fylgir annars málinum.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Bakkafrost við í altjóða granskingar verkætlan
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
SØLDARFJØRÐUR Eitt BOTANISKT UNDUR
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi