Fleiri vitjandi á gistingarhúsum
Gistingarhúsini høvdu nógv vitjandi í juni og juli. Færri vóru í mai. Tilsamans fyri 7 mánar er framgongdin í tali av gestum 4,7%
Fleiri gistingar vóru á gistingarhúsunum í juli í ár enn í fjør. Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í julimánaði. Soleiðis er ikki í ár, tí fyri fyrstu ferð hava fleiri gistingar og innskrivingar verið í juni enn í juli, tá nærum øll kømur vóru upptikin. Hetta veit Hagstovan, sum ger upp hvønn mána.
Hotellini hava selt fleiri kømur í ár enn seinasta ár. R7 gjørdi eitt yvirlit yvir tal yvir seld hotelkømur, úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
Gistinæturnar vóru stívliga 36.100 í juli. Tað eru gott 1.000 fleiri samanborið við sama mánað í 2022, sum svarar til ein vøkstur upp á trý prosent.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í juli vóru 87 prosent av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er eitt prosent lægri enn sama mánað í fjør. Fyri fyrstu ferð vóru gistinæturnar í Tórshavnarøkinum færri í juli samanborið við juni.
Í samlaða býtinum áttu gestir úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark helvtina av gistináttunum í juli. Teirra partur er nú 5 prosentstig størri enn sama mánað í 2022. Parturin hjá ferðafólki úr Danmark eru nú 6 prosentstig minni. Vøksturin hjá føroyingum er 1 prosentstig.
Gongdin í mai er tí vend og tað sær út til at verða framgongd. Summarmánarnir eru nógv best. Tað eru 3 ferðir so nógvir gestir í apríl-juni, sum tað eru í januar-mars. Tað er dýrt at ferðast til Føroya og vetrarhálvuna kann veðrið verða trupult og tí er helst ikki so einfalt at broyta hetta. Avleiðingin verður tá at, tørvur er á minst dupult so nógvum starvsfólkum um summari sum á vetri og øll inntøka í ferðavinnuni skal útvegast í 4 mánar.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











