Miðlastuðul átti at verið avtikin
Miðlastuðul til undirhald og onki til fjóðra statsvaldi
Miðlastuðul fer í dag mest til Sosialin og so fáa onnur eitt sløg. Miðlastuðul verður í dag útgoldin til verkætlanir sum onki hava at gera við kritiskan journalistik, sum vit ofta seta í samband við fjóðra statsvaldi.
Miðlastuðulin átti tí at verið avtikin.
Hyggja vit eftir, hvør fær stuðul, er orsøk at halda, at Sosialurin og Dimma duga best at skriva umsóknir. Av 57 umsóknum fingu 14 stuðul. Tað vóru 6 miðlar sum fingu stuðul.
Tað er ein miðlanevnd sum avgerð hvør fær stuðul. Ein dag fyrr ella seinni fer hendan miðlanevnd at meta øðrvísi enn gjørt verður í dag, soleiðis at onkur fær minni enn í dag og annar fær meira.
Onkur trupulleiki var við útlutanini hesaferð. Ein umsókn sigst detta niður ímillum og onkur meinar at onkur fekk tí tey kendu tey røttu. Alt slíkt sum kann henda, tá endamálið við at seta játtan á fíggjarlógina var annað enn tað sum reglur um útlutan leggja upp til. Umsøknir verða játtaðar eftir meting.
Miðlastuðul hevur skjótt 10 ár á baki. Endamálið átti at verið at fingið betri journalistik. Men tað stuðul verður játtaður til kann neyvan kallast journalistikk, men er heldur undirhald. Tað kann sjálvandi hava eitt virði, men neyvan er tað nøktandi grundgeving fyri statsstuðli.
Endamálið við stuðli átti at verið at betra journalistikkin, sum oftast merkir at seta fleiri ella betri journalistar í starv. Tað er onki sum tíður uppá tað. Vit sum fáa tíðindaskriv frá landssstovnum kunnu konstatera at nógvir fyrrverðandi journalistar nú starvast við at siga søguna hjá politisku skipanini sum best.
Miðlastuðul kom helst tí at bløðini, Sosialurin og Dimma høvdu tað trupult. Tað er dýrt at prenta bløð. Og tá stuðulin kom, vildu bløðini verða við at útberingin hjá Posta dýrkaði tilsvarandi. Annars so eru blaðútgávurnar nógv minkaðar síðan miðlastuðulin kom.
Í samband við játtanina skrivaði miðlastuðulsnevndin hetta:
Miðlastuðulsnevndin hevur á fundi 20. juni tikið endaliga avgerð um at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í 2023.
Tilsamans vórðu 57 umsóknir latnar inn.
Umsóknirnar eru mettar út frá journalistiskari dygd og samfelagsligum virði. Bara miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum fevna um eitt breitt evnisøki og hava ein regluligan tíðindastreym, kunnu søkja um miðlastuðul. Miðlastuðulsnevndin hevur ítøkiliga lagt dent á trý parametur í viðgerðini: Innihald/hugskot, kostnað og útbúgving/royndir hjá viðkomandi journalisti ella toymi. Grundað á hesi viðurskifti og endamálið við miðlastuðulslógini annars, hevur nevndin gjørt eina heildarmeting av øllum innkomnu umsóknunum.
Hesar verkætlanir hava fingið stuðul í 2023:
Sosialurin
Vitjan á smáplássum
Sosialurin
Ummæli av bókmentum v.m.
Sosialurin
Oyggjaleikir 2023
Sosialurin
Hvussu hava barnafamiljurnar tað í Føroyum
Portal.fo
Føroyar á grønum vegamóti
Sosialurin
Flóttafólk
Sp/f 01.01.14
Poddvarp um virðisøking
Sp/f 01.01.14
Føroysk framleiðsla
Eysturoyarportalurin
Politiska sannføringin í Eysturoy
Dimmalætting
Hvørja pensjón skal eg velja
Dimmalætting
Michel
Sosialurin
Ung og miðlar
Sosialurin
Berlin
Blue Faroe Islands
Kvinnur í Sjóvinnuni
Tilsamans vóru kr. 1.399.661,54 latnar í miðlastuðli
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í bókasøvnum kring landið
Eldur í norskum trolara
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Fleiri serlæknar
Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
IRF og KOB í eina felags skipan
John Bull
Laksaprísurin lágur, men hækkingar í væntu
Makrelkvotan minkar 22% í 2025
Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Nýtt Brekumboð
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 202 tons
Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring
Váðameting gerast fyri Føroyar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur