Nýggj nevnd í Stranda Ítróttarfelag
Heili 40 fólk vóru møtt til aðalfundin
StÍF hevði árliga aðalfund týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum.
Uppmøtingin var góð, á leið 40 fólk.
Nevndarval var á skrá.
Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.
Gleðiligt var, at fleiri valevni bjóðaðu seg fram á aðalfundinum. Hesi eru nývald í nevndina: Ólavur í Geil, Ann Berg Christensen, Sára Mrdalo, Simona Paula á Fríðriksmørk og Suni Ernstsson. Alexandur Johansen er tiltakslimur. Nevndin telur nú sjey limir. Eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg.
Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, legði frá sær sum formaður, men heldur fram í nevndini.
Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Rúni Rasmussen, skrivari
Suni Ernstsson, kassameistari
Ólavur í Geil, nevndarlimur
Sára Mrdalo, nevndarlimur
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur