Runavíkar kommuna repar seglini
Runavíkar kommuna repar seglini, Meðan rakstrarútreiðslurnar økjast góð 10% ella 19,5 mió. minka íløgurnar 25 mió. sum svarar til 36%
Runavíkar kommuna sigur á heimasíðuni, at teir repa seglini. Hetta tí at rokna verður við færri inntøkum. Persónsskatturin økist 6 mió. sum er á leið 3%. Felagsskatturin væntast at minka 12 mió.
Kommunan vísur til minkandi inntøkur á havnalagnum. Inntøkur á havnalagnum síggjast aftur sum lækkandi rakstrarútreiðslur tá tær vaksa, og hækkandi rakstrarútreiðslur tá tær minka. Hetta er tí at landsstýri ásetur hvussu roknskapur skal setast upp.
Runavíkar kommuna hevur tí, sambært yvirlitinum valt at halda raksturin, meðan øll minking í inntøkum verður spard í íløgum. Harumframt bleiv í samband við bygging av svimjihøllini írokna rímuliga stór lántøka. Svimjihøllin er í gerð, og tað er sjálvandi trupult at steðga tí arbeiðinum.
Kommunan skrivar á heimasíðuni: "Samanumtikið er støðan samsvarandi tí nevnda omanfyri nú vorðin hon, at Runavíkar kommuna, sum helst stóð ringast fyri, nú slysálopini úr Tinganesi raktu, má repa seglini álvarsliga. Raksturin fáa vit ikki broytt avgerandi, hann hongur nú einaferð somikið fastur í so nógvum íbundnum træðrum, at hann kvinkast lítið og onki. Tey seinastu nógvu árini hava vit roynt at hildið rakstrarvøkstrinum niðri á 3%´um um árið, men gávuhýrurin hjá CEF-samgonguni spennir raksturin upp á í minsta lagi 5% - um tað forslær. Skattaprosentið kann ikki setast niður, hóast tað er í hægra lagi, tí so máast grundarlagið undan íløgufænum, eisini teimum íløgunum, sum longu eru settar í gongd."
Fleiri kommunustýrislimir síggjast í hesum døgum alment kæra sína neyð um støðuna, meðan teir onki søgdu fyri tíð síðan, tá teir kundu gjørt sína ávirkan galdandi. Íkomna støðan var sett á skinnarar fyri 1½ ári síðan. Avleiðingarnar vóru greiðar longu tá.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur