Inntøkukrav til útlendingar
Frameftir kunnu tímalønt og handverkarar ikki fáa familjusamanføring
Fyri at fáa familjusamanføring krevst, aftaná 2 september 2023, at inntøkan fyri 40 tímar er kr. 34.716 fyri maka og hevur eitt par børn skal inntøkan verða kr. 39.798. Upphæddin verður frameftir regulera í mun til tað arbeiðsmannalønin hækkar. Hetta sæst í kunngerðini, sum Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur sett í gildi 25 august, eftir áheitan frá Løgmálaráðnum.
Inntøkukravið merkir, at handverkarar og vanlig arbeiðsfólk ikki fáa familjusamanføring. Somuleiðis merkir tað, at føroyingar, sum tjena minni enn nevndu upphædd ikki kunnu fáa maka til Føroyar.
Løgmálaráðið upplýsur á sínari heimasíðu: Snarskipanin varð sett í verk á heysti 2021, og føroyskir arbeiðsgevarar hava síðani kunnað útvegað sær arbeiðsmegi kring allan heimin. Sama tíðarskeiðið er talið á útlendingum, ið koma til landið sum samfylgjandi familja, meira enn tvífaldað. Í 2021, sama ár sum snarskipanin varð sett í verk, komu tað sostatt 48 útlendingar til Føroya sum samfylgjandi familja. Í 2022 var talið 118 – av hesum vóru 78 børn.
Útlendingakunngerðin fyri Føroyar er broytt soleiðis, at krav verður nú sett til inntøkuna hjá útlendingum við vinnuligum uppihaldsloyvi, sum ynskja at fáa familjuna við sær til landið.
Tað hevur víst seg, at fleiri útlendskar familjur, sum eru komnar til Føroya seinastu árini sum samfylgjandi familja, hava havt trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Tá hesar familjur samstundis hava havt avmarkaðan rætt til almannaveitingar, gerst støðan uppaftur truplari.
Ítøkiliga merkir broytingin í kunngerðini, at eitt minstakrav verður sett til inntøkuna, meðan tey eru í Føroyum.
“Tá ið vit loyva fólki at koma til Føroya í vinnuligum ørindum eru vit noydd at tryggja okkum, at tey eisini klára seg og trívast í landinum, og at ikki fleiri familjur enda í fátækraváða,” sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Á heimasíðuni upplýsir Løgmálaráðið ikki hvussu stór upphæddin er og ei heldur hvønn kunngerðin er galdandi fyri og ikki. Tað kann sjálvandi lesast í donsku kunngerðini.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur