Ukraina kann minka burtur í onki
Í Ukraina er burðartýttleikin 0,9 og væntast at verða 0,7 í ár. Buraðaravlopið í 2021 var minus 450.000.
Polskur serfrøðingur sigur, at tað sær svart út í Ukraina. Ariel Drabinski, sigur at fólkatalið í Ukraina var 37 mió. í 2021 og nú er tað lægri enn 30 milliónir. Hann roknar við at í ringasta føri minkar fólkatalið til 20 mió. Í besta føri væntar hann at fólkatalið verður 30 mió. Sjálvt um tað verða 30 mió. so metir hann tað sum eina katastrofu.
Burðaravlopið er negativt. Í 2021 doyðu 700.000 fólk náttúrligan deyða, meðan bara 250.000 børn blivu fødd. Tað merkir at fólkatalið minkaði 4500.000 í 2021. Av teimum sum eru flýdd verður rokna við at í mesta lagið 50% og helst nógv færri, koma heimaftur. Onkur meting sigur væl færri enn 30% fara heimaftur.Tá kríggi endar verður rokna við stórum arbeiðsloysi og tá verður fráflyting. Familjusamanføringar til onnur lond verður eisini mett at verða stór aftaná at kríggi endar.
Í Ukraina eru tey eldru 40-50% av fólkinum. Føðitíttleikin er lægsti í Europa og væntast at blíva lægsti í heiminum. Trupulleikin við teimum eldru tekur tað 30 ár at loysa við náttúrligum deyða, tó at hann væntar at manglandi læknaviðgerð viðførur at trupulleikin minkar skjótari enn annars.
Ariel vísur eisini á, at hóast kríggj í 18 mánar, so hoyrist onki um nakra hjálp til at byggja Ukraina uppaftur. Tí roknar hann við at tað verður ongin ætlan og ongir pengar til nakað sum munar.
Hann vísur eisini á, at tess longri kríggi heldur á, tess torførari verður tað aftaná og tess fleiri fólk fara at ríma úr Ukraina.
Samrøðan er long og áhugaverd og hon kann lesast her
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur