Andakt
Páll Poulsen skrivar
Eins og mong ræddust at síggja Hann – so ómenniskjaliga vesælur sá Hann út, Hann líktist ikki menniskjabørnum – so skal Hann fáa mong fólkasløg at hvøkka upp, fyri Honum skulu kongar verða málleysir. Es.52.14-15
Orðið “ræddust” merkir skelkað, skakað, vera fyri ongum. Tey, sum hugdu at Harranum Jesusi á krossinum vóru skelkaði av at síggja, hvussu illa Hann var viðfarin. Hvussu kundi Ein, sum var so spakførur í anda blíva so meiðslaður? Ger fyrra versið okkum bilsin, so gera seinna tað ikki minni. Fólkasløg og teirra kongar fara ein dag at gerast bilsin av stórleika og dýrd Harrans Jesus Krists. Tað verður mangan meiri, enn tey hava fingið nakra hóming av. Ein dag skulu vit eisini síggja ta dýrdina!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Andlit Jesusar at síggja,
á, hvør gleði verður tað –
hann í skýggjunum at hitta,
har hann kemur skjótt ein dag.
Niðurlag: Ásjón hans eg skjótt skal síggja
oman fyri stjørnurnar.
Andlit tá til andlits skoða
hann í allar ævirnar.
2. Skuggar millum okkum koma,
nú bert kámt eg hómi hann.
Men ein sælur dagur kemur,
tá eg klárt hann síggja kann.
3. Á, hvør frøi nær hjá honum
fyri særd og byrðað bróst.
Sløtt tá verður illgongd gøta,
alt hitt myrka verður ljóst.
4. Tá eg Frelsaran skal síggja,
andlit hans eg kenna skal,
við hans lið, sum her meg elskar,
heim í dýrd hann leiðir væl.
*Carrie E. Breck (Amer.), 1855–1934.
{Lag: Grant Colfax Tullar (Amer.), 1869–1950}.
(Z. Zachariassen týddi).
Nr 627 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











