Fólkavøkstur, haldføri og matematik
Seinstu 10 árini eru fólkatalið økt 6.409 fólk. Av hesum eru 2.181 ikki danskir ríkisborgarar og 1991 pensjonistar. Og tað uttan at haldføri fór fyri bakka
Hagstovan hevur tøl fyri hvussu nógvir útlendingar búgva í Føroyum. Hetta eru tøl hjá fólkayvirlitinum.
Vit hava deilt upp í munin millum íbúgvar í alt og danskir/føroyskir ríkisborgarar. Yvirlitið er tí tal av íbúgvum, sum ikki eru danskarar ella føroyingar.
Vit síggja, at talið er javnt vaksandi síðan 1985. Vit síggja eisini at talið fylgir konjukturunum í búskapinum. Tað samsvarar við at flestu koma fyri at arbeiða.
Vit síggja at síðan 2014 er tal av útlendingum farið frá 1000 til gott 3000.
Vit síggja at toppur er á í 1989, 2003, 2010 og aftur nú. Felags fyri hesar toppar eru, at teir eru samstundis sum búskapurin toppar. Tað sær út til at gongdin fylgir búskapinum. Og tað merkir at aftaná eina tíð við vøkstri í tali av útlendingum, so steðgar búskapurin upp. Og tað merkir, at tá tal av útlendingum ikki veksur, so verður afturgongd í búskapinum um stutta tíð.
Slík tøl geva okkum nakrar ábendingar. Seinastu 10 árini er fólkatalið vaksið 6.409 fólk, harav 2181 eru útlendingar. Útlendingar vóru tá 2% av fólkinum, men eiga 34% av fólkavøkstrinum. Sama tíðarskeið er tal av pensjonistum økt 1.991 fólk sum er 31% av fólkavøkstrinum.
Vøksturin seinastu árini er sera stórur. Einki yvirlit er, men Sjókovin hevði okkurt yvirlit í framløgu av ársfrágreiðing yvir ávísar vinnugreinar. Tað tíður uppá at tilflytarar starvast har lønin er lægst. Tað hava tey royndir av í øðrum londum.
Tal av pensjonistum er økt rættuliga nógv. Men tað tykist ikki ganga útyvir langtíðar haldførið. Landsstýirskvinnan hevur júst svara at meginparturin av starvsfólkavøkstrinum á sjúkrahúsunum er farin til umsiting. Landskassin hevur yvirskot, hóast 33 løgtings- og 9 landsstýrisfólk hava alskyns útreiðslukrevjandi hugskot.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











