Jákup Sverri mest effektiva fiskiskipið á pappírinum
Fiskiorkan hjá Jákup Sverra er 3,32 ferðir so stór sum hon hjá Magnus Heinason, útrokna eftir galdandi kunngerð. Um veiðan samsvarar við útrokning vita vit ikki
Í breddanum týsdagin vóru Vørn og fiskaríministarin til forhoyr, tí tað tekur so langa tíð at broyta kunngerðir. Tað byrjaði tá nýggi Eysturbúgvin kom. Hann er nakað størri enn tann gamli, men sambært reglunu fær hann somu fiskidagar í tali sum gamli Eysturbúgvin.
Stjórin á Havstovuni var í útvarpinum fyrr í ár og tosaði um veiðuorku. Tað bleiv eisini spælt umaftur sum partur í sendingini. Hon helt at tað var neyðugt at broyta reglurnar, soleiðis at fiskiorkan ikki økist.
Tað at rokna veiðutrýst eftir galdandi kunngerð er sera einfalt. Og har er enntá talva við umrokningarfaktori.
Vit gjørdu so eina útrokning við Jákup Sverra og við Magnus Heinason. Hetta tí at tá Jákup Sverri kom, so kalibreraði havstovan við at lata Magnus Heinason og Jákup Sverra trola lið um lið. Tey tølini hava vit ikki sæð, men eigur Havstovan óiva hesi.
Síðan hugdu vit í kunngerð nr 124 frá 25 juli 2019, Kunngerð um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari. Høgni Hoydal signeraði. Har er fylgiskjal 1 sum vísur hvussu útroknast skal.
Umrokningrfaktorurin fyri trolarar er : [(Longd x breidd x dýpd) x HK] /1000
Síðan samanbera vit Jákup Sverra og Magnus Heinason
Jákup Sverri er (6xbxdxhk/1000) 51.88x13.6x6.4x3.264/1000 sum gevur 14.739,03 eindir
Magnus Heinason er 41.48x9.53x6.24x1800/1000 sum gevur 4.440,06 eindir
Sostatt er fiskiorkan hjá Jákup Sverra 3,32 ferðir so stór sum hon hjá Magnus Heinason. Sigast skal, at umrokningarfaktorurin hjá Vørn, millum skipastøddir er munandi minni enn hetta.
Tað hevði ivaleyst verið áhugavert at vita, um kalibreringin av Jákup Sverra og Magnus Heinason vísur tað sama.
Kunngerðin kann lesast her
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











