Zelinski vrakaður í Ísrael
Seinasta ár var Zelinski nr. 1 á listanum yvir jødar við ávirkan. Í ár er hann als ikki á listanum. Nýggjur á listanum er Wagner ovastin, Prigozhin
Ísraelska blaðið Jerusalem Post ger árliga lista yvir teir jødar sum hava stórst ávirkan. Á hesum lista eru fólk vit væl kenna. Sjálvandi eru fleiri ísraelar. Men nógvir framstandandi jødar eru í nógvum londum. Á listanum eru 50 fólk.
Í 2022 var Vladimir Zelinsky ovastur á listanum. Safra Catz, stjóri í Oracle, Elena Kagan, hægstarættardómari í USA, Mira Resnick, State department USA umsitur vápnasølu fyri 400 milliardir, Anthony Blinken uttanríkisráharri, Élisabeth Borne premier ministari í Frankaríki.
Listin fyri 2023 er akkurát almannakungjørdur. Ein stór broyting er at Vladimir Zelinsky ikki er við á listanum. Tað er ongin grundgeving fyri hví. Men tað kann undra at ársins listi hevur Ísraelska flaggi sum nr. 51 og Wagner leiðaran Yevgeny Prigozhin sum nr. 52.
Listin fyri 2023 sæst her
Listin fyri 2022 sæst her
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











