Andakt
Páll Poulsen skrivar
Havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar. Hebr.12.2
Sir Patrick Moore, 1923-2012, var ein víðakendur bretskur stjørnufrøðingur. Í eini minningargrein skrivaði ein vinmaður um hann og tók millum annað soleiðis til “Hann lærdi meg at hyggja uppeftir.” Ein kann tilhugsa sær teir báðar lærusveinarnar á veg til Emmaus - vónleysir og ørkymlaðir. Teir fóru omaneftir og hugdu niðureftir! Tá teir ásannaðu, hvør fremmandamaðurin var, ið var komin í fylgi við teir, tá broyttist teirra útsýni. Lat okkum venda eyguni á Jesus í dag – upphavsmann og fullkomara trúarinnar í væntan, at Hann skjótt fer at koma aftur.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Á, sál, ert tú mótleys og byrðað?
Ei ljós tú á náttini sær?
Tað er ljóst, bert tú hyggur á Jesus,
og lív tú í yvirflóð fær.
Niðurlag: Vend títt eyga á Jesus,
hygg inn í hans andlit so kært,
og øll heimsins gleði vil fána burt
í tí náði og dýrd, ið tú sært.
2. Hann sigur tær vann gjøgnum deyðan,
og honum bert sigra vit við.
Ei syndin kann á okkum valda,
hann vann okkum fullkomnan frið.
3. Hans orð og hans lyfti ei svíkja;
bert trúgv teimum, hvussu ið fer.
Far so út í heimin hin myrka
og frelsunarboðskapin ber.
*Helen H. Lemmel (Ongl.), 1864–1961.
{Lag: Helen H. Lemmel}.
(Brynleif Hansen týddi).
Nr 734 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur