Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar
New York Times skrivar, at tað sannlíkt var ein ukrainsk raket sum rakti marknaðin í Konstantinovka og drap 16 fólk og særdi 32.
Ein nógv umtala hending tann 6 september var tá ein rakett rakti ein markna í býnum Konstantinovka. Tað var sama dag sum Anthony Blinkin vitjaði í Kiev.
Sama dag fordømdu flestu leiðarar í Europa hendingina og góðu russarum skyldina. Men síðan bleiv tøgn um málið og als onki hevur verið at hoyra um hesa hending.
New York Times hevur í gjár eina grein um hesa hending. Niðurstøðan er, at tað sannlíkt er ein ukrainsk rakett, sum rakti. Greinin hevur hópin av myndum og tað sæst hvar skotið er frá.
Greinin í New York Times er rættuliga nágreinilig, tí tey høvdu fólk á staðnum og tóku myndir løtu aftaná at tað hendi.
Greinin í New York Times kann lesast her
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur