Andakt
Páll Poulsen skrivar
„Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.“ Mark.8.34
Tað er áhugavert at gáa eftir, at Harrin Jesus Kristus eggjaði fylgjarar sínar at “taka upp kross sín” tvs. teirra egna kross. Hví ikki taka upp okkara “byrði”? Hann valdi orðið “krossin”, so vit kundu gera okkum til eitt við og trína inn í Hansara verk. Hann visti alla tíðina, at Hann skuldi fara út á krossin. Hann tók á syndafría likam Sítt straffini, vit høvdu uppiborið, tí Hann elskar okkum, Gal.2.20. Á krossi Hansara var verkið fullgjørt eina ferð fyri allar. Máttu vit í trúfesti borið okkara kross.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Krossin havi eg nú tikið,
sleppi øllum, fylgi tær;
alt, eg leit meg á, er vikið –
Jesus, tú ert alt hjá mær!
Niðurlag: Eg vil fylgja tær, á, Jesus,
fyri meg tú lætst títt blóð!
Svíkja øll – av tíni náði,
Harri, fylgi eg tær tó!
2. Brotnaði hvør vón, eg visti,
sveik meg alt, eg søkti, sá,
Himmalin eg ikki misti –
eri eg ei ríkur tá!
3. Um meg verðin háðar, svíkur,
tær hon sama steypið beyð;
um hvørt hjarta frá mær víkur,
Harri tú ert ei sum tey!
4. Sterki Gud, vilt tú meg lata
hvíla við títt kærleiksbróst,
lat so fíggindar meg hata,
vinir gloyma – alt er ljóst!
5. Maður kann meg níva, treingja,
tað bert dregur meg til tín,
harðar royndir á meg streingja –
Himmalin ber hvíld til mín.
*Henry F. Lyte (Skotl.), 1793–1847.
{Lag 1: Ókent tónaskald}.
{Lag 2: Wolfgang Amadeus Mozart (Eysturríki), 1756–1791}.
{Lag 3: Henry T. Smart (Amer.), 1813–1879}.
(V. Danielsen týddi).
Nr 883 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











