Vænta 400 uppsagnir á Bakkafrost
Høgni Hoydal svarar í dag Magnus Rasmussen um arbeiðsplássini á Bakkafrost. Hetta hendir samstundis sum álitisfólk á Bakkafrost boða frá at nú er næstan ov seint
Í dag er nógvur aktivitetur viðvíkjandi Bakkafrost. Álitisfólk boða frá, at nú er seinasta freist at broyta skattalógina. Hetta hevur verið umrøtt síðan í mars í ár, so tað er ikki nýtt. Í øllum førum ikki fyri fjølmiðlunum. Tað eru á leið 3-400 arbeiðspláss sum verða burtur, verður onki gjørt.
Tað fekk Magnus Rasmussen tingmann at seta Høgna Hoydal, sum er landsstýrsmaður á økinum tveir spurningar. Svarið kom í dag og er soljóðandi:
Svar uppá fyrispurning frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, um góðsking og víðarivirking av laksi, settur landsstýrismanninum í uttanríkis-og vinnumálum, Høgna Hoydal(at svara skrivliga eftir TS § 52 a),
Fyrispurningur
1.Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingarnar við, at arbeiðspláss eru í vanda fyri at detta niðurfyri í alivinnuni?
2.Nær kann roknast við, at hesar loysnir verða settar í verk?
Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einumUndir viðgerðini á løgtingi, tá ið nýggja tøkugjaldiðvarðsamtykt,boðaði landsstýrið frá, at tað fór at viðgera ávísar avbjóðingar, sum reistar vórðu undir viðgerðini og síðani alment.Uttanríkis-og vinnumálaráðið hevur síðani arbeitt við hesum og lagt tað til politiska viðgerð.
Niðurstøðan verður gjørd sum skjótast.
Uttanríkis-og vinnumálaráðið,tann 2.oktober2023
Høgni Hoydallandsstýrismaður
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur