Andakt
Páll Poulsen skrivar
Og táið ílatið, ið hann gjørdi, miseydnaðist – sum ganga kann við leirinum í hond leirkerasmiðsins – so gjørdi hann tað umaftur til annað ílat, sum hann nú vildi hava tað at vera. Jer.18.4
Hugsa um trúloysi Ábrahams, men hann verður seinni nevndur “Faðir trúarinnar”. Móses drap ein egypta í vreiði, men hann gjørdist seinni spakførasti maður á jørðini. Dávid varð girndarfullur, men hann gjørdist ein maður eftir Guds egna hjarta. Pætur avnoktaði Harra sín, men seinni brúkt Gud hann, tá 3.000 sálir blivu frelstar, Áp.2.41. Gud virkar í okkum, til tess at vit skulu koma at líkjast Syni Hansara. Máttu vit latið Hann gjørt Sítt góða verk í okkum.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Tak mína hond, Gud,
leið meg tín veg!
Meir tínum Soni
líkjast vil eg.
Mynda og boygg meg
vilja tín til,
meðan eg stillur
bíða tær vil.
*Adelaide A. Pollard (Amer.), 1862–1934.
{Lag: George Coles Stebbins (Amer.), 1846–1945}.
(Z. Zachariassen týddi).
Nr 940 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











