Kríggj í Ísrael
Hamas brúkti umleið 3000 rakettir til álop á Ísrael Tað doyðu á leið 600 ísraelar. Ísrael svaraði aftur og nógvir palistinar eru deyðir. Kríggi heldur áfram
Í vikuskiftinum leyp Hamas á Ísrael. Tað doyðu á leið 600 ísraelar í hesum álopi. Ísrael svaraði aftur og nógvir palistinar eru deyðir.
Palistinar gjørdu álop við sera nógvum fólki í smáum bólkum, umframt við rakettum. Palistinar siga teir byrjaðu álopið við at skjóta 5.000 rakettir. Ísrael hevur ivaleyst bestu verjuskipanir sum eru til, móti rakettum. Men hesaferð skutu Palistinar so nógvar rakettir, at tað var meira enn verjuskipanin megnaði at gera nakað við. Tað skal minst ein verjurakett til at skjóta álopsrakett.
Rakettirnar sum Hamas brúkti vóru ikki GPS stýrdar. Tær raka tí ikki serliga væl. Tí verða tær skotnar mitt í bygt øki, tí tá raka tær okkurt. Og tað gjørdu tær eisini hesaferð.
Umframt rakettir, leyp Hamas á við nógvum fólki í smáum bólkum. Teir brúktu bilar og eisini hava teir brúkt bátar fyri at koma norðeftir strondini og síðan leypa á har.
Tað er sera trupult at kríggjast móti slíkum bólkum, sum ikki taka landaøki, men bara skjóta frá hond og taka onkran gísla.
Tað er enn onki yvirlit yvir hvussu nógvar gíslar Hamas hevur tikið. Men tað eru helst fleiri 100 tilsamans. Eisini eru útlendingar tyknir.
Stórsta mannfallið í Ísrael var har ein festivalur var. Har funnu tey á leið 250 deyð fólk. Umframt vóru nógv burturflutt.
Ísrael hevur samla 100.000 hermenn og annars boða frá, at teir rokna hetta sum kríggj. Gaza er eitt øki, sum er 365 kvadratkilometrar og har búgva á leið 2 milliónir fólk.
Trygdarráðið í ST hevði fundu um støðuna. Men tey funnu onga semju um eina felags yvirlýsing. Trygdarráðið væntast at hava fleiri fundir í næstum.
Støðan í løtuni er at Ísrael bumbar rættuliga nógv í Gaza. Somuleiðis eru tað framvegis nógvir krígsmenn hjá Hamas, sum framvegis eru í Ísrael og har eru nógvir skotbardagar.
Tað tykist ikki verða nakar sum ivast í at Ísrael vinnur og at tað bara er spurningur um dagar til Ísrael hevur fullkomið tamarhald á støðuni.
Tað er trupult at siga hví Hamas leyp á. Teir vita at Ísrael hevur fleiri og betri vápn. Frágreiðingarnar eru nógvar, men tað er ov tíðliga at siga nakað um tað.
Onkrar røddir undrast á at álopið kundi henda, uttan at Ísrael visti av. Yigal Carmon skrivaði grein í august um møguligt álop í september/oktober (les her )
Komandi tíðina verða tað tí gíslarnir sum Palistinar hava tikið og tey álop Ísrael fer at gera í Gaza, sum verða aktuel.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur