Andakt
Páll Poulsen skrivar
at tit, ...hava havt samfelag við meg í arbeiðinum fyri evangeliið, Fil.1.5
eg verji og staðfesti evangeliið. Fil.1.7
hevur heldur verið evangeliinum til frama. Fil.1.12
Bert skulu tit liva lív tykkara, sum hóskandi er evangelii Kristusar... so tit við eini sál berjast saman fyri trúnni á evangeliið. Fil.1.27
Paulus elskaði evangeliið og eggjaði onnur eisini at elska tað. Tað er framvegis so á okkara døgum, at sæl eru tey, sum geva og virkin luttaka í felagskapi at breiða út evangeliið. Tað er so týdningarmikið fyri hvønn einstakan okkara at liva lív okkara sum sømir seg evangeliinum, at gera framstig at breiða út evangeliið, inntil Harrin kemur aftur.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Av Grønlands ísi gráum,
úr stóra Afrika,
av Russlands fløtum lágum,
av Ceylon, Sumatra,
úr India skógi grøna,
úr Kina, Japan við
ótaldar røddir bøna:
Ber okkum boð um frið!
2. Hvat hjálpa blómur vakrar,
ið Harrin hevur skapt,
hvat fløtur, grønir akrar,
tá fólkið er fortapt!
Til einkis náði nýggja
hvønn dagin sendir hann;
tey dýrka tað, tey síggja,
og gloyma Skaparan.
3. Og kunnu vit nú goyma
tað ljós, vit hava sæð,
og øll tey mongu gloyma,
sum ikki kenna tað?
Nei, sig ta søgu góða!
Ei nøkur er sum hon;
lat náðiboðið ljóða
til hvønn fortaptan son!
4. Sum stormur flúgvi Orðið
um hav og fjøll og lond,
til lívsins boð er borið
til havsins ytstu strond!
Skjótt kemur hvílan søta
til tann, sum stríddi her;
ein stutt, ein møðsom løta,
og so hann kransin ber.
*Reginald Heber (Ongl.), 1783–1826.
{Lag 1: Lowell Mason (Amer.), 1792–1872}.
{Lag 2: J.M. Haydn (Eysturríki), 1737–1806}.
(V. Danielsen týddi)
Nr 965 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











