Andstøðan við Donald Tusk vann valið í Polen
Hóast stjórnarflokkurin fekk flestar atkvøður, so fekk andstøðan meiriluta í Polen á valinum í gjár
Sitandi samgonga í Polen, sum er flokkurin Lóg&Rættvísi hevur mist meirilutan í Polen.
Valskipanin í Polen gevur stórstu flokkunum relativt nógvar tingmenn. Tað eru 460 tingmenn í Polen. Lóg&Rættvísis flokkurin fær væntandi 200 tingmenn. Flokkurin hjá Donald Tusk fær 163 og so eru tveir aðrir flokkar sum stuðla teimum. Sitandi samgonga kann bara fáa stuðul frá umleið 15 tingmonnum og tí er lítið at ivast í hvør skipar stjórn.
Tó kemur valúrslitið ikki fyrr enn týsdagin. Rokna verður við at úrslitið verður sambært hesum metingum.
Í Europa gongur stak illa hjá teimum sum stjórna. Frankaríki skal ikki á val fyrr enn í 2027. Men Týskland og Bretland skulu skjótt á val.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur