Tað er bara ein listi, ið brýtur byggisamtyktina
Jonhard Danielsen býráðslimur, viðmerkir støðuna í Runavíkar kommunu
Í dag fara tey útvaldu, í býráðnum, at gera fíggjarætlan fyri 2024.
Fundurin verður hildin í landbúnaðarøkinum, Glyvralon á Glyvrum. Búffarnir, á tallerkunum, áttu sambært byggisamtyktini, at gingi uttanfyri og belja.
Í fjør, tá fíggjarætlanin varð gjørd, fekk eg mynd sendandi av einum barrskápi. Tá høvdu tey “sjussa” seg fram til 5-mannanevndir, og meira pengar til sín sjálvs.
Hesuferð ber tó til at taka apostlarnar heim. So trygdin hjá vegaskeltunum er ikki í vanda.
Tað má sigast at vera óført, at kommunustýrið og umsiting fundast í hølum, sum verða brúkt í stríð við byggisamtyktina. Kommunustýrið hevur enntá noktað at broytt byggisamtyktina.
Kanska finna tey fígging til klárgering til neyst, nú tað hoyrist, at marglætisneyst skulu byggjast á Skála.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvør stendur aftanfyri. Tað er ikki hvør sum helst, sum fær byggiloyvi í okkara kommunu.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











