Almennu kassarnir missa 350 mió næsta ár
Uppsøgn av øllum samstarvi við Russland fer at kosta landskassanum 200-250 mió. og kommunukassunum 125-150 mió.
Sjúrður Skaale kallaða fyri tíð síðan fyrilestrahaldara fyri agent. Men tit sum lesa hetta skulu hugsa, hvussu ber tað til, at vit onki hoyra um útrokningarnar hjá landsstýrinum. Allar avtalur við russar eru almennar. Føroyskar fyritøkur hava lagt fram alment øll tøl. Her er onki at halda loyniligt. Tað er heilt einfalt onki tal, sum mótparturin ikki longu veit.
Í løtuni eru tey einastu sum onki vita fólk í føroyum, írokna løgtingslimir, sum ikki sita í uttanlandsnevndini.
Avleiðingin fyri kommunurnar er 125-150 mió. í minni inntøkum í 2024. Inntøkur landskassans minka 200-250 mió. og tað er ivaleyst tað sum er orsøkin til at alt skal verða loyniligt fyri føroya fólki. Russar hava heilt víst langt síðan rokna alt hetta út.
Higartil hevur mest verið tosa um avleiðingar fyri fyritøkur og starvsfólk av at uppsiga avtalurnar við Russland. Og vit tosa um 400 mió. í mistum prísi á sild og makreli. Vit tosa um nógvar 100 milliónir lægri avreiðingarvirði í barentshavinum, sjálvt um vit mótrokna russisku kvoturnar. Vit tosa um 450 mió. og helst væl meira enn tað í mistum umsetningi orsaka av havnastongsli. Vit tosa um fleiri enn 300 mist arbeiðpláss.
Men avleiðingin fyri almennu kassarnar verður eisini risastór. Fólkaflokkurin skipaði hósdagin fyri fundi. Her vóru øll tøl, løgd fram, sum vísa skaðan í longu hevur rakt vinnuna, umframt tann skaða, sum roknast kann við av tí sum ætlandi verður gjørt.
Av tí at tølini vóru sera væl uppsett, ber væl til at meta um avleiðingar fyri almennu kassarnar. Upplýst bleiv eisini, at ávísar víðari kanningar vístu, at tølini eru væl størri enn áður mett. Tó eru á leið 400 mió. í mistum virksemi, av havnastongsli, sum eru truplar at meta um og er hetta tí ikki tikið við í útrokningina.
Út frá hesum hevur R7 so rokna P/F Skatt, lægri havnagjøld, lægri skatt av upplýstu minkandi a-inntøkuni. Tað er ikki tikið við, at lægri a-inntøka eisini viðførur minni nýtslu og tí minni mvg og minkandi a-inntøku aðrastaðni. Norskar kanningar siga annars at tað eru fleiri arbeiðspláss fyri hvørt arbeiðspláss á sjónum. Ein tilsvarandi føroysk kanning er einaferð gjørd og vísti hon sama sum norska kanningin.
Vit kunnu út frá hesum tølum siga, at tað fer at síggjast aftur í almennu kassunum.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur