Andakt
Páll Poulsen skrivar
„Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.“ Matt.18.20
„Hvør skuldi ikki óttast Teg, Harri, og prísað navni Tínum!“ Op.15.4
„... HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir...!“ 2.Krøn.14.11
Hvørja ferð, vit savnast í navni Hansara, vitna vit, at Hann er verdur at vera miðdepulin. Tá vit av sonnum viðurkenna og virðismeta, at Hann er verdur og við hóskandi ærufrykt prísa navni Hansara, gerast vit tilbiðjarar. Tað førir til vilja at fara í Navni Hansara við evangeliinum einans í áliti á Hann og taka lut í andaligum bardaga.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Av øllum nøvnum elski eg
mest, Jesus, navnið títt,
tað stillar sakn, sum nívir meg
og gleðir hjarta mítt.
Niðurlag: :,: Á, sum eg elski Jesu navn, :,:
á, sum eg elski Jesu navn.
Á fold tað dýrast er.
2. Mær boð um kærleika ber tað
og náðiboð so góð,
tað opnar syndarum í dag
til himmalheimið slóð.
3. Tá í Guds ríki endað er
mín jarðarleið so trong,
mín sál við teimum frelstu ber
hans navni takkarsong.
*Frederick Whitfield (Ongl.), 1829–1904.
{Lag: William H. Rudd (Amer.)}.
(P.W. Háberg týddi).
Nr. 277 í NSGF 2015
Tá vit syngja henda og líknandi sangir, komi eg ofta at hugsa um tveir trúgvandi menn úr hvør sínari samkomu, sum hittust, og annar spyr: “Verður nakað talað av tykkara røðarapalli, sum ikki passar?” “Nei!” svaraði hin, “men vit syngja nógv, sum ikki passar!” Eg plagi at siga, at um vit ikki kunnu syngja sangin sum ein sannan veruleika, so kunnu vit leggja saman hendur og syngja hann sum eina bøn!
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











