Andakt
Páll Poulsen skrivar
Hann ...leiðir meg... Sálm.23.2
... í dali deyðaskuggans...Sálm.23.4
Tú ert við mær. Sálm.23.4
Grønar eingir og hvíldarvøtn eyðkenna byrjanina av hesum sálmi. Tá hann endar, er eitt borð borðreitt, eitt steyp, sum rennur yvir, og hús Harrans. Men í miðjuni dimmir ein skuggadalur. Tó – tað er her, í myrkrinum í hesum dalinum, at ein skattur er fjaldur. Gøtan ígjøgnum hesar køldu skuggarnar leiðir pílagrímin í eitt stað við guddómligum nærleika og innileika, tí tað er ígjøgnum lívsins myrku dalar, at Hirðin ikki longur er “Hann” men “Tú”!
At hvíldarvøtnum – “Hann leiðir meg!”
Í skuggadali – “Tú ert við mær!”
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Mín Hirði góður Harrin er,
tí fattast einki mær,
til grønar fløtur leiðir hann
og hvíldarvøtn hjá sær.
2. Hann lívgar mína troyttu sál,
og fram hann leiðir meg
á rættferðvegi, sær til prís
og æru fyri seg.
3. Um eg í deyðans skuggadal
enn niður fara má,
eg óttist ei, meg keppur tín
og stavur ugga tá.
4. Tú reiðir fyri mær eitt borð,
so fíggindin tað sær,
við olju salvar tú mítt høvd,
mítt bikar ov fult varð.
5. Bert gott og miskunn fylgja skal
mær allan lívsins dag,
og í Guds húsi eigi eg
í ævirnar ein stað.
*Francis Rous (Ongl.), 1579–1659.
{Lag 1: Jessie S. Irvine (Ongl.), 1836–1887}.
{Lag 2: George T. Smart (Ongl.), 1776–1867}.
{Lag 3: Purcell J. Mansfield (Ongl.), 1889–1968}.
(V. Danielsen týddi).
Nr. 475 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











