Uppsagnir á Bakkafrost í morgin
Tíðindaskriv frá Bakkafrost
Í morgin sigur Bakkafrost 140 starvsfólk úr starvi orsakað av, at færri langtíðarsáttmálar eru gjørdir fyri komandi árið. Tí verður tørvur á færri starvsfólkum at framleiða meirvirkaðar vørur úr laksi í 2024. Starvsfólkini varðveita tó arbeiðið árið út.
Longu í mars í ár boðaði Havbúnaðarfelagið frá, at nýggja tøkugjaldið fer at hava avleiðingar fyri júst hendan partin av virkseminum. Kunnandi fundur var fyri starvsfólkum tann 22. mai, men tveir mánaðir seinni - tann 22. juli – segði vinnumálaráðharrin á almennum tiltaki, at landsstýrið fór at finna eina loysn og broyta skipanina fyri meirvirkaðar vørur og langtíðarsáttmálar.
Tann 3. september segði vinnumálaráðharrin við dimma.fo, at ein loysn var á veg, og fólk kunnu vænta, at komið verður á mál í “hesari ella næstu viku”.
Tann 2. oktober svaraði vinnumálaráðharrin einum fyrispurningi um meirvirking av laksi, og tá vóru boðini, “at arbeiðið er lagt til politiska viðgerð og niðurstøðan verður gjørd sum skjótast”.
Í dag er 7. november, og enn er eingin politisk niðurstøða gjørd.
Arbeiðið við langtíðarsáttmálum er komið so langt ávegis, at í morgun hevur Bakkafrost samtakið boðað keypsskálanum frá, hvussu nógv er bundið higartil í sáttmálum fyri komandi árið. Hetta talið er 9% í mun til 22% í fjør, sum merkir, at minni enn helvtin er bundið í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
- Vit høvdu vónað, at vit fingu nóg nógvar langtíðarsáttmálar, so vit kundu varðveita øll starvsfólkini, men fortreytirnar eru broyttar, serliga síðan nýggja tøkugjaldið bleiv samtykt. Vit høvdu eisini vónað, at politiskar broytingar vórðu gjørdar, men hetta bar tíverri ikki á mál, sigur Regin Jacobsen, forstjóri, í viðmerking.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur