Andakt
Páll Poulsen skrivar
... Jesus..., sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið*) á krossi og legði einki í vanæruna...! Hebr.12.2
Krossurin var ein tíð við ræðuligum líðingum – andaligum, kensluligum og likamligum. Kristus hevði ongan gleði av krossinum, Hann toldi hann. Hann visti frammanundan, hvønn ræðuligan deyða, Hann skuldi doyggja. Mánaðir frammanundan segði Hann lærisveinunum, at Hann skuldi verða vrakaður í Jerusalem, eyðmýktur, húðflongdur og negldur til ein kross. Tankin um krossin gjørdi, at Hann fekk angist, Jóh.12,27, - ja, svára angist, Matt.26.37. Hvat bar Hann uppi, styrkti Hann, og bar Hann ígjøgnum tær ræðuligu líðingarnar? Partur av svarinum er gleðin at fáa ein stóran skara av endurloystum saman við Sær í Himlinum. Tá syndarar trúgva á Hann, gevur tað Honum stóra gleði. Tá trúgvandi fylgja Honum og liva fyri Hann, gleðir tað hjarta Hansara. Lat okkum geva Honum gleði við lívi okkara!
*)Á frummálinum hypomenō, samansett av orðunum menō, sum merkir tola, og hypo, sum forsterkar, og merkir “tola við dirvi (undir líðingum)” Danska umsetingim sigur Udholdt, svenska utstått.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Títt lív, tað gavst tú mær,
títt blóð í mín stað rann,
tá sál mín bundin var
til deyða, dóm og bann;
ja, lív títt, lív títt gavst tú mær!
Hvat gevi eg nú tær?
2. Frá føgru, ljósu strond
og einglasongi har
tú komst til sløg og bond
og krossin tunga bar;
tú fórt frá øllum fyri meg,
hvat læt eg fyri teg?
3. Mín hugi skilir ei,
hvør djúp ið kvølin var
á tíni deyðaleið;
men lívið vanst tú mær.
Tú leið, tú leið tað fyri meg;
hvat leið eg fyri teg?
4. Og gjøgnum alt títt stríð
kom niður her til mín
ein frelsa full og frí,
ja, friður, náði tín;
tú ríkar gávur veitir mær,
hvat beri eg nú tær?
*Frances R. Havergal (Ongl.), 1836–1879.
{Lag 1: Philip P. Bliss (Amer.), 1838–1876}.
{Lag 2: Arnold Ovenden}.
{Lag 3: William H. Havergal (Ongl.), 1793–1870}.
(V. Danielsen týddi).
Nr 952 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











