Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund
Fiskdagar komandi ár, eftirløn og trygging og Føroya banki fingu mest umrøðu
Meginfelag Útróðramanna hevði fund leygardagin. Tað vóru nógv mál á skrá og nógvir fundarluttakarar góðu sítt íkast.
Óli Jacobsen greiddi frá um komandi umsitingarætlan. Óli Jacobsen og Finnbjørn Vang høvdu vegna MÚ luttikið á fleiri fundum. Lagt er upp til at skerja fiskidagarnar væl meira enn 5% sum er gjørt seinastu árini. Upplýst bleiv at Havfrøðin metti toskastovnin til tað minsta nakrantíð. Eisini bleiv nevnt um Recovery plan og at ráðgevingin hjá Ices er, at vit skulu gevast at fiska tosk.
Greitt bleiv frá sjónarmiðum um, hvussu nógv ætlanin var at skerja og hvørjir bólkar ætlandi skuldu skerjast. Landsstýrismaðurin, sum skal áseta dagatali komandi ár, vónar at fáa eitt uppskot frá samdari nevnd.
Fundurin skiftu síðan orð um, hvørji sjónarmið frægast vóru at brúka, fyri at sleppa undan, at skerjingin bleiv alt ov stór.
Veiða á Føroya Banka bleiv eisini umrødd. Tosa bleiv um hvørja árstíð fiskast skuldi. Ymiskt annað bleiv eisini umrøtt í hesum sambandi.
Eitt mál, sum útróðrarmenn eru keddir um, er makrelkvotan. Hon er útluta til allar bólkar uttan til útróðrarbátar. Tað meintu teir verða óheppi. Eitt sjónarmið var, at hetta gjørdi, at teir tjentu meira við ørðum bólkum enn útróðrarbátum og tí er trupult at fáa fólk. Semja var um, at heldur enn at fáa makrelkvotu, átti vit at býtt makrel um við toskakvotu í grannalondunum.
Eftirløn og trygging var eisini á skrá. Nevndin ætlar at hava uppskot klárt til næsta aðalfund um hetta. Umrøtt bleiv, hvat ynskiligt var og nevndin noteraði og tekur tað við, tá teir fara at samráðast við tryggingarfeløgini um hetta.
Fundurin var 4 tímar og aftaná bjóðaði felagið ábit.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur