So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Nevndarfundurin gjørdist rokaligur og varð hurðin klamsað so hart, at ongin skilur, at rúturin í hurðini ikki brotnaði
Á nevndarfundinum í Vinnu- og Havnanevndini, í síðstu viku, gingu bylgjurnar høgt. Hvat hendi, er skjótt greitt frá.
Eitt byggimál var fyri. Tóri Højgaard, sum er formaður í Bygginevndini, er eisini limur í Vinnu- og Havnanevndini. Eg spurdi formannin í Vinnu- og Havnanevndini, Terja B. Vestergaard, hví hetta málið skuldi viðgerast her, tá tað, sambært stýrisskipanini, hoyrdi heima í Bygginevndini, har Tóri er formaður.
Bygginevndin skuldi hava fund aftaná fundin í Vinnu- og Havnanevndini. Terje sendi spurningin víðari til Tóra. Tóri gjørdist heilt frá sær sjálvum av illsinni. Hann var reyður í høvdinum, bannaði og blótaði, og skeldaði um líkt og ólíkt. Hann “peikaði” á onkran, og segði, at viðkomandi onki hevði fingið burturúr teimum 12 árunum sum býráðspolitikkari.
Hann var óður um, at alt, sum ikki toldi dagsins ljós, skuldi út til almenningin.
Síðan fór hann avstað og klamsaði hurðina aftur. Húsið skalv. Tey, sum vóru til staðar, skiltu ikki, at rúturin í hurðini ikki brotnaði. So ógvusligt hevur tað ongantíð verið, tá Tobbi hevur klamsað hurðina.
Terje varð eisini illur. Eg takkaði honum fyri fundin og bað hann ganga stillisliga um hurðarnar. Hann bannaði og blótaði yvir støðuna.
Jú sanniliga ein rokmikil fundur. Haldi at nervarnir, hjá ávísum býráðslimum, eru við at ganga fyri. Óskilið tykist slítandi.
Á seinasta býráðsfundi var Reidar F. Joensen, áhoyrari. Hann hevði innsent eina kæru um eitt mál, sum vit viðgjørdu. Eg spurdi Tóra fleiri ferðir, um nevnda kæra var innkomin. Tóri noktaði hvørja ferð. Men Reidar hevði avrit av innsendu kæru við. So eftir fundin, kundu tey, sum vildu, síggja hesa.
Ei undur í, at nervarnar svíkja.
Málið, ið var fyri, á omanfyrinevnda nevndarfundi, var neystaøkið á Skála. Av tí at stigtakarin til Borgaralistan, Jógvan Andersen, ætlar at byggja eitt gamalt neyst, sum familjan eigur, uppaftur, so hevur onkur funnið uppá at broyta byggisamtyktina, fyri at forða fyri hesum. Hetta fær meg at hugsa um eina aðra umsókn um neyst. Har samtykti kommunustýrið at friða økið, langt aftaná at umsóknin var innkomin, soleiðis at viðkomandi ikki fekk byggiloyvi.
Og af disse regeres vi!
Blíðar heilsanir / Kind regards
Jonhard Danielsen
Býráðslimur
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur