Andakt
Páll Poulsen skrivar
Jeremias livdi í eini skelkandi tíðarskeiði fyri Jerusalem. Fremmandaherur hevði gjørt innrás, íbúgvar tiknir av døgum og aðrir burturfluttir, hús Guds lagt í oyði og býurin lá í sori. Leivdin, ið var eftir, hungraði, var ørkymlað og uttan leiðara. Jeremias greiðir frá øllum hesum við livandi smálutum í Sorgarsongunum. Tó – sum tíðin líðir, byrjar hann at hóma ljós blaktra í myrkrinum – Gud er framvegis náðigur og trúfastur. Tað er gott at minna okkum sjálvi á tann veruleika, tá tað gongur okkum illa í lívinum. Lætum okkum læra at líta á hin trúfasta Gud!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Stór er tín trúfesti, á, Gud, mín Faðir,
tað er ei broytandi skuggi hjá tær.
Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði;
tú ert hin sami, sum áður tú var.
Niðurlag: Stór er tín trúfesti,
stór er tín trúfesti,
nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.
Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið,
stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.
2. Summarið, veturin, várið og heystið,
sólin og mánin og stjørnurnar við,
náttúran eisini prógvar hitt sama:
Gud er í trúfesti við vára lið.
3. Øll syndin goldin er – frelsunargleðin
fremur í hjarta ein lovsong til tín,
styrki og vón fyri nútíð og framtíð,
náði og signingar flóta til mín.
*Thomas O. Chisholm (Amer.), 1866–1960.
{Lag: William M. Runyan (Amer.), 1870–1957}.
(Líggjas á Váli týddi).
Nr 18 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur