Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Óbrúktir dagar hótta toskastovnin

Innanlands | 05/12-2023 10:37

Tað tykist sum vandin fyri at ov nógv loysa frá landi, tá nógvur fiskur er, ein stórur vandi fyri toskastovnin

Í nærmastu framtíð skulu fiskidagar ásetast fyri komandi fiskiár. Ein nevnd við umboðum fyri veiðubólkar, manningarfeløg, Havstovuna og landsstýri hevur viðgjørt málið. Vit hava skilt at nevndin er liðug. Rokna verður ikki við einmæltum tilmæli og so noyðist landsstýrismaðurin at taka støðu.

Upprunaliga var tilmæli frá ICES at steðga veiðu eftir toski. Vit hava skilt, at tað verður trupult og tí hevur verið arbeitt við aðrari loysn. Vit hava skilt at ætlanin er at broyta ásetingina um at tal av fiskidøgum í mesta lagið kann broytast 5% upp ella niður til 20%.

Tá reglan kom fyri umleið 4 árum síðan bleiv Petur Steingrund spurdur um tað at lækka dagatalið 5% var nóg mikið. Hann vísti á at nú var semja og tað hevði tídninum, umframt at hann nevndi at um vit lækka dagatali 5% so koma vit fyrr ella seinni niður har tað kanska átti at verið.

Nú verður tosa um at lækka 20% Tá tekur tað bara 3 ár at minka fiskidagarnar 50% 

Um vit hyggja eftir fiskidøgum aftur til 1996, so sæst at teir eru minkaðir øgiliga nógv, uttan at toskastovnurin er blivin størri. Modelli sigur eisini, at veiða vit minni í ár, so verður meira fiskur árini aftaná. Men av tí at toskastovnurin verður upptaldur eftir avreidum fiski, so verður empiri at fortelja okkum, at stovnurin minkar, tá vit minka tal av brúktum døgum. Sostatt er ikki samsvar millum modell og empiri.

Tað eru bara trolbátar á landleiðini, sum brúka meginpartin av sínum døgum. Tí rakar ávísur niðurskurður ikki so hart beinan veg.

Men tað tykist ikki sum skipabólkarnir skilja, at endamálið við at minka dagarnar er at brúka so fáar dagar, at vit fylgja tilráðingini hjá ICES um ongan tosk at fiska. Vit vita jú eisini, at verða tekin um framgongd, so er gýtingarstovnurin í dag mettur so lítil, at tá verður tilráðingin at goyma fiskin til framtíðina. Hetta sama hava vit sæð Bretlandi, Danmark og aðrastaðni við. 

Myndin vísur pr. bólk útlutaðar og brúkta dagar. Í miðjuni eru útlutaðir dagar um niðurskurðurin er 20% árliga komandi 3 árini. Niðast er tal av óbrúktum døgum 

 Onkur vil so siga, at talan mest er um luft. Havandi í huga stóra munin á brúktum døgum í dag og fyri ikki so nógvum árum síðan, so er ivaleyst onkur orsøk til at støðan er sum hon er.

Næsta talvan vísur tillutaðar dagar 2023 og mettar tillutaðar dagar, við 20% árligum niðurskurði. Hesir dagar eru so umroknaðir til tal av skipum og bátum. Rokna verður við at línuskip og trolarar brúka 300 dagar og útróðrarbátar 100 dagar.

Tá dagatali minkar 50%, so minkar tørvurin á skipum sjálvandi tilsvarandi. Einaferð, fyri 30 árum síðan vóru 70 trolarar og 25 línuskip. Nógv er broytt. Tal av útróðrarbátum er eisini nógv broytt.

Tað einasta, sum tykist óbroytt er at veiða pr. stamp framvegis er 100 pund. Og tá lítið er at fáa, so fæst ikki meira, fyri tað um tað er tættari millum húkarnar.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi