Snýtur við føroyskum mati
Onkur bjóðar føroyskan mat. Keyparin flytir pengar, men fær ongan mat
R7 hevur í dag tosa við ein mann, sum kærdi sína neyð um ein persón, sum bjóðaði føroyskan mat til sølu. Hóast pengar blivu fluttir, so kom ongin matur. Og nú er seljarin ikki til at fáa fatur á.
Órættaði persónurin spurdi um R7 vildi greiða lesarum frá hesum, soleiðis at onnur ikki enda í somu støðu. Vit fingu alt samskifti, sum hevur verið. Eisini hava vit sæð pengaflytingar.
Persónurin nevndist Niels Holm á Facebook. Profilurin er ikki at síggja nú. Ivaleyst var tað ein falskur profilur. Tað eru fleiri sum eita Niels Holm og vit heita á lesaran um ikki at geva skeivum persóni skyldina.
Samskifti var bæði umvegis telefon og messenger á Facebook.
Telefonnummari hjá hesum persóni er danskt 0045 5527xxxx
Kontonummari upplýst bleiv er skrásetingarnummar 2600, sum helst er Nordea Bank í Danmark og konto 9032 4581xxxx
Vit vita ikki um vit hava loyvi at upplýsa telefon og kontonummar so vit upplýsa ikki seinstu 4 sifrini.
Persónurin tosaði føroyskt. Hann segði seg verða úr Suðuroy og sigla við útlendskum skipi. Keypta vøran skuldi sendast norðeftir við Posta. Seljarin visti væl um føroyskan mat og tosaði bæði um fugl, fisk og annan mat eisini.
Hetta hendi beint eftir jól. Keyparin skilti at her var okkurt illgrunasamt, men tá var ov seint og seljarin kundi ikki sporast og telefonin svaraði heldur ikki. Bankin hjá keypara kundi onki gera, tí pengarnir eru sendir, ber ikki til at annulera eina flyting.
Málið er latið løgregluni. Keyparin helt at Løgreglan átti at finna persón, tá kontonummar er tøkt, men roknaði ikki við at fáa sínar pengar aftur.
R7 meinar, at av hesum kunnu vit læra, at vit eiga at ansa væl eftir. Hetta er ikki vanligt í Føroyum. Vit trúgva ofta tað besta um øll og tí ber ivaleyst at lumpa fólk.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur