Fiskarímessa í Boston í USA
Føroyskir messubásar í USA og fleiri vitjandi í royndini at selja fisk
Í mars 2023 vitjaði R7 fiskarímessuna í Boston. Endamálið var at gera upplýsandi greinar um hvussu fiskur verður seldur runt allan heim. R7 heldur at vit í Føroyum liva av fiski og helst kundu og áttu at vita meira um hvussu fiskur verður seldur.
Fiskarímessan í Boston er stór, tó at hon í Barcelona er størri. Tað vóru 1300 ymisk feløg sum sýndu fram á umleið 600 ymiskum básum.
Tað vóru umleið 19.000 vitjandi. Av hesum vóru 77% úr norður amerika og restin javnt deilt um restina av heiminum. Av hesum upplýstu ¾ at tey leitaðu eftir nýggjum vørum og nýggjum veitarum. Meira enn 80% av vitjandi upplýstu, at tey høvdu mynduleika at keypa, ella ávirkan á tað sum keypt bleiv. Tey vitjandi umboða m.a. Hotell, Cruise, Catering, supermarket, heilsølur. Stutt sagt tykjast tey at umboða alt sum hugsast kann.
Bakkafrost, Hiddenfjord og Landshandilin høvdu egnan bás, meðan starvsfólk úr Føroyum vóru við á básinum hjá Mowi.
Umframt hetta vóru fleiri føroyingar og vitjaðu. Eg heilsaði uppá umboð frá Kambi og JFK, sum m.a. kannaðu møguleikar at selja hýsu í USA. Onkur var frá Pelagos. Onkur var frá Faroe Ship. Umframt frætti at onnur eisini vóru har.
Marknaðurin í USA er stórur. Og tey eta øll sløg av fiski vit fiska. Men vit selja mest laks til USA. Men í 80unum, tá dollarkursurin var sera høgur, seldu vit nógvan fisk til USA.
Ferðin kom í lag við stuðli frá Mowi í Føroyum.
Tað verða fleiri greinar um fiskarímessuna komandi vikurnar
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur