Nógv børn flyta til Føroya
Nú tosa verður um fáar nýføðingar og manglandi arbeiðsmegi hevur R7 hugt eftir tølum.
Nú verður nógv tosa um tey sum flyta, at vit mangla starvsfólk og bústaðir. Tó sær út til at mangla umrøða og hagtøl av, hví fólk flyta og hvørji starvsfólk vit mangla. Fyri døgum síðan vístu almennir stovnar á hetta sama, men uttan nevndu tøl, tó at teir høvdu fleiri.
Nú tosa tey aftur um Exit Føroyar. Fyri fáum árum síðan øktu vit talið av lesandi á setrinum rættuliga nógv. Tað er ein máti at útseta fráflyting. Men tað broytir ikki støðuna hjá teimum sum eru liðug við sína útbúgving 5 ár seinni. Spurningurin er tá hin sami. Hvar finni eg eitt starv, sum hóskar til mín? Tað einasta sum tá er broytt er, at viðkomandi ikki longu er fluttur av landinum. Vit kunnu siga at manglandi tilflyting nú verður broytt til fráflyting. Persónurin er hin sami. Tað er ógjørligt at skipa útbúgvingartilboðini so væl, at tað samsvarar við tørv hjá samfelag og ynskir hjá persónum.
Síðan kunnu vit hyggja eftir tølum. Tey siga við hvørt nógv. Vit hyggja eftir tal av børnum fødd frá 1985 til 2022 og samanbera tað við tal av íbúgvum í Føroyum frá 1-37 ár. Tá síggja vit ein mun. Vit deila tað eisini upp í Danskar ríkisborgarar og síðan øll tilsamans.
Fyrsta talvan vísur mun á føddum í árganginum og hvussu nógv í sama árgangi nú búgva í Føroyum. Talvan er deild upp frá 1-37. Fyri fødd er tað frá 2022 og aftureftir til 1985. Fyri tal av íbúgvum er tað aldur frá 0-37.
Vit síggja, at munurin er positivur til 23 ára aldur. Tað búgva sostatt nógv fleiri børn í Føroyum enn tað blíva fødd. Eitt stórt dykk er umleið 2005 (17 á myndini)
Síðan síggja vit, at frá 23-37 ára aldur tykist munurin verða stórur og negativur. Vit síggja eisini, at nógvir útlendingar í hesum sama aldursbólki. Tað kunnu vit rokna við er tilflutt arbeiðsmegi.
Myndin vísir fólkatal býtt á aldur 1-67 ár. Harumframt er bláa linjan danskir ríkisborgarar og gula linjan er borgarar tilsamans.
Aftur her tíðir tað uppá at útlendingar eru tilflutt arbeiðsmegi.
Síðan kunnu vit spyrja um fráflytingina, sum nú sæst í hagtølum. Vit hava influtt nógva arbeiðsmegi. Vit mangla starvsfólk. Tá gevur tað ikki meining at fólk flyta av landinum. Men hví flyta føroyingar av landinum?
Ivaleyst flyta fólk tí tey ikki fáa tey størv ella tað útbúgving tey ynskja. Sjálvandi er tað trupult at finna stað at búgva, men tað ber til. Útlendska arbeiðsmegi býr undir taki.
Útlendingar hava so at siga bara láglønarstørv. Størv, sum vit ikki hava stórvegis áhuga í.
Alt tíður uppá, at láglønarstørv ikki geva tað inntøku, sum krevst fyri at hava "nøktandi støði" í Føroyum. Tal av størvum við nøktandi inntøku eru avmarka. Inntøkur hjá lægst løntu eru ikki hækkaðar meira enn føst avgjøld, meðan hægri inntøkur hava økt vælstandin. Tí verða tað fleiri og fleiri størv í Føroyum, sum ikki geva nøktandi inntøku. Tað merkir at tað verða relativt færri nøktandi lønt størv.
Ivaleyst er tað orsøkin til fráflyting.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur