Andakt
Páll Poulsen skrivar
Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík. 2.Kor.8.9
Harri okkara, Jesus Kristus var so ríkur! Hann gjørdist so fátækur! Vit kunnu líka so lítið skilja tað, sum hvussu fátøk vit vóru, og hvussu rík vit eru vorðin. Hann steig niður av hæddini, og vit komu upp út djúpinum. Prísurin, Hann rindaði, var Hansara egna dýra blóð og sostatt kundi tilrokna okkum Sína rættvísi og atgongd í kongsborg Sína í himli. Kæru trúgvandi! Her er tann óendaliga ríki, sum gjørdist so óendalga fátækur, so vit kundu gerast so óendaliga rík. Av sonnum er hetta ein grund at tilbiðja Hann.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Á tí stilla, ljósa morgni
...
2. Fyri mína skuld hann troyttur
gekk um Galileafjøll,
fyri mína skuld um Kedrons løk hann fer,
fyri mína skuld á krossi
hekk hann, tá hann sviku øll –
men nú lurti eg, nær Harrin kemur her.
...
*Ókent sálmaskald.
{Lag: James M. Black (Amer.), 1856–1938}.
(V. Danielsen týddi úr norskum).
Nr. 1299 í NSGF 2015
TAÐ HENDI HENDA DAGIN:
5. Januar, 1527.
Sveitsiski trúbótamaðurin Felix Manz verður drukanður sum straff fyri at hava prædika vaksnamannadóp fyri trúgvandi. Han gerst harvið fyrsti protestantur sum líður blóðvitnisdeyðan av øðrum protestantum.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur