Andakt
Páll Poulsen skrivar
„Hyggið maðurin!“ Jóhs.19.5
„Hyggið kongur tykkara!“ Jóhs.19.14
Tvær ferðir innanfyri ein tíma, endurgav heidni rómverski landshøvdingin skriftstøð úr Gamla Testamenti, Zak.6.12 og 9.9. Ikki tí at hann visti tað, men tí hann var undir einum Harra, ið var størri og hægri enn rómverski keisarin! Pilatus fór aldri nakrantíð at hava ein Mann frammanfyri sær líkan hesum Manni, og hann fór so sanniliga ikki at hava eitt rættarhald fyri einum konga, eins og henda Mannin. Men hesin Maður var eitt eindømi. Um tað var í falsloysi ella speisemi, so segði Pilatus sannleikan, tá hann rópti: „Hyggið maðurin! ... Hyggið kongur tykkara!“
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Jesus, hann stendur í dómsins høll,
svikið hann hava nú hjørtu øll;
knappliga hoyrist ein rødd so hvøll:
Hvat skal eg gera við Jesus?
Niðurlag: Hvat vilt tú gera við Jesus?
Velja tú mást ein veg;
ein dag títt hjarta skal spyrja:
Hvat ger nú Jesus við meg?
..
3. Minst til Pilatus – ver ei sum hann!
Játta nú Jesus, ræðst ongan mann!
Sleppa frá valinum ei tú kann –
hvat vilt tú gera við Jesus?
...
*A.B. Simpson (Amer.), 1843–1919.
{Lag 1: A.B. Simpson}.
{Lag 2: Mary L. Stocks (Amer.), 1863–1934}.
(V. Danielsen týddi).
Nr. 11964 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur