Tvey fólk handtikin fyri at smugla 24 kg av hashi til Føroya
Løgreglan fann 24 kilo í einum bili, sum kom til Føroya. Ein kvinna og ein maður vóru við bilinum
Í sambandi við at tollararnir hjá TAKS í gjár kannaðu ein bil, sum skuldi í land av Norrønu, funnu teir 24 kg av hashi. Føroya Politi handtók í hesum sambandi eina kvinnu og ein mann og skuldsetti tey fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum snýr seg um smugling av narkotika.
Ákæruvaldið framstillaði fólkini í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í morgun. Fólkini, sum eru donsk, vóru varðhaldsfongslað í fýra vikur.
Talan er um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd av hashi við einum søluvirði á upp til 7 mió. kr. Politiið fer komandi tíðina m.a. at kanna, hvør skuldi taka ímóti hashinum í Føroyum.
Brot á grein 191 í revsilógini kann hava við sær fongsul í upp til 10 ár.
Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Heilsutrygdargjaldi viðgerðast á Løgtingi
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Margháttlig stevning
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur