Yvasamt um Margit Stórá upplýsti rætt í Løgtinginum
Ein borgari hevur greitt okkum frá, at hóast Landsstýriskvinnan upplýsti at Taks er givið at panta fyri Heilsutrygdargjald, so hevur hann fingið bræv um panting
Fyrispurningur var á Løgtingi um heilsutrygdargjald og panting fyri gomul gjøld.
Upplýst bleiv av Landsstýriskvinnuni, at arbeitt var við málinum og at innheinting er steðga. Hetta tykist ikki verða rætt. Vit hava tí sent Landsstýriskvinnuni fyrispurning, um hvat hon upplýsti á Løgtingi og um tað R7 hevur fingið uppýst er rætt ella skeivt.
R7 hevur fingið eina avgerð frá kærunevnd tikin í 2014, fyri heilsutrygdargjald aftur til august 2013. Kærarin noktaði at gjalda vísandi til norðurlendskan sáttmála. Kærunevndin gav honum viðhald og bað Taks/Heilsutrygd viðgerða hetta av nýggjum.
Sostatt er málið meira enn 10 ára gamalt. Síðan tá hava kærunevnd, Føroya Rættur og Landsrætturin tikið avgerð í líknandi máli. Somuleiðis hevur Hægstirættur avgjørt, at teir ikki gera nakað við málið og tí er endalig avgerð tikin í málinum.
Sambært lóg, skal vanliga dómur til, fyri at krevja úttøku. Úttøka verður ofta í vanligari talu nevnt pant. Taks hevur ávís rættindir at panta og verður tað ofta lýst tá taks pantar ymiskt.
Viðvíkjandi Heilsutrygd er tó galdandi, at her er dómur, sum sigur, at Taks/Heilsutrygd ikki hava loyv at krevja hetta gjald. Tá soleiðis er, átti tað at verið ólógligt at panta. Tað ber jú ikki til at panta krøv, sum ein ikki eigur.
Landsstýriskvinnan upplýsti at Taks/Heilsutrygd ikki hava nakað yvirlit yvir tað sum er heinta inn, uttan heimild. Ivaleyst er tað orsøkin til at tey krøv, sum liggja í skipanini framvegis verða innheinta og um neyðugt við panting.
At Landsstýriskvinnan yvirhøvur sigur nakað sum helst, tá støðan er soleiðis, má roknast sum at seta sessin í vanda, uttan yvirhøvur at vita tað. Tað kann øgiliga skjótt endað galið. Tað eru fleiri 100 borgarar sum eru raktir og teir sita undir hvørjum orði. Tá er 100% sikkurt, at er okkurt skeivt, so fangar borðið.
Hevur hon upplýst, at Taks ikki pantar fyri gamla skuld til Heilsutrygd, so er tað í øllum førum ósætt.
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











