Virðislønahandan í Varpinum
23. oktober verða virðislønir landsins fyri 2024 handaðar til lista- og mentafólk
Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk.
Tríggjar virðislønir verða handaðar:
Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.
Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.
Mest lisið í farnu viku

Lívið nær Gudi
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











