Margit Johansen fekk tænastumedalju kongsins
Leygardagin 21. september var hátíðarhald umborð á Smyril fyri Margit Johansen, kateringfólki á Smyrli, har ið hon fekk tænastumeldalju kongsins fyri at hava verið í starvi hjá Strandferðsluni í 40 ár
Tað var ein sera hugnalig løtu umborð á Smyrli við væl dekkaðum borði og vøkrum blómutyssum, ið Maiken Dimon, starvsfelagi hjá Margit, hevði heintað úr sínum egna hava.
Tað merktist, at Margit er væl lýdd millum sínar starvsfelagar, ið høvdu lagt nógv fyri at gera løtuna so hátíðarliga og serstaka. Tað mesta av matinum var gjørdur umborð á Smyrli av dugnaliga køkstoyminum.
Skiparin Erland Mørkøre flutti fram røðu fyri Margit, og síðani handað Niels Juel Arge, stjóri, Margit tænastumedalju kongsins, ið verður latin starvsfólki, ið hava verið trúgv mótvegis sama arbeiðsplássi í 40 ár.
Margit byrjaði í starvi hjá SSL 1. februar 1984 sum 21 ára gomul. Hon byrjaði umborð á gamla Smyrli, og hevur bæði verið partur av Suðuroyarsiglingini og Skotlandssiglingini í mong ár. Margit hevur røkt starvið til fulnar og hevur verið sera álítandi og trúføst mótvegis SSL øll hesi árini.
Takk fyri tað, Margit og hjartaliga til lukku.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur