Andakt
Páll Poulsen skrivar: Eg elski HARRAN, tí...
Eg elski HARRAN, tí... Sálm.116.
„Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?“ Hann svaraði Honum: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Jóh.21.15
Tað eru óteljandi orsøkir, hví vit elska Frelsaran. Vit elska Hann fyri, hvør Hann er, og vit elska Hann fyri, hvat Hann hevur gjørt. Vit elska Hann fyri, hvat Hann ger fyri okkum nú í Høvuðsprestaligu tænastuni, og vit elska Hann fyri, hvat Hann fer at gera fyri okkum í ævinleikanum við sælu. Vit elska Hann, tí Hann elskaði okkum fyrst. 1.Jóh.4.19.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Á, Jesus, eg elski teg, eg veit, tú ert mín!
Eg ofra vil alt, ið særir kærleika tín;
mín elskandi Frelsari, mín vinur ert tú –
um onga tíð áður, so elski eg teg nú.
2. Eg elski, tí tú hevur fyrst elskað meg
og vunnið mær lívið, tá tú ofraði teg;
við tornunum krýndan hevur sál mín teg sæð –
eg elski teg, Jesus, um eg fyrr ei gjørdi tað!
3. Tá inn í títt ríki mín sál borin er
at prísa tær, elska teg betur enn her,
tá alt tað, eg trúði, eg sælur skal sjá,
sum onga tíð áður skal eg elska teg tá!
*William R. Featherstone (Canada), 1842–1870.
{Lag: Adoniram J. Gordon (Amer.), 1836–1895}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.277 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











