Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Ruth Vang, Landsstýriskvinna, legði í dag fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025. Inntøkurnar svíkja. Men broytingar í tilfeingisgjøldum, betra úrslitið 200 milliónir á pappírinum og tilsvarandi minni fer í búskapargrunnin
Ruth Vang upplýsti at tað gongur væl í Føroyum, vísandi til tøl fyri arbeiðsloyi og tal av arbeiðsplássum. Síðan tosaði hon um langtíðarhaldføri, sum búskaparráðið sigur verða neyðugt at gera nakað við.
Ruth Vang nevndi tillagingar, soleiðis at 47 mió. eru spardar í mun til karmarnar vóru lagdir fram.
Fíggjarlógin fyri 2025 vísur hall á 83 milliónir.
Hóast tillagingar og sparingar, so eru eisini ymiskar uppraðfestingar.
Skattalættin sum áður er samtyktur verður 100 mió. í 2025.
Til íløgur eru avsettar 613 mió.
Inntøkurnar av tøkugjøldum eru ikki eins høgar og rokna var við. Tað er ein orsøk til at undirskotið er størri enn mett tá fíggjarkarmanri blivu samtyktir í vár.
Út frá spurningum, skiltu vit, at broytingar í býtinum millum landskassan og búskapargrunnin, so betrar tað úrslit landskassans við 200 milliónum.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











