Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru pengar settir av til ferju til Kalsoyarleiðina.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini. Hetta er liður í at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum.
Í fjør og í ár varð játtan sett av til at prosjektera tey nýggju skipini - eitt miðal skip og eitt minni skip. MEST vann útboðið at prosjektera bæði skipini og hevur saman við Strandfaraskipum Landsins og fylgibólkum nú prosjekterað miðal skipið liðugt. Klárt er tí nú at fara undir at gera verklagslóg og bjóða út at smíða Kalsoyarskipið.
“Eg fegnist um, at tað nú veruliga kemur gongd á at endurnýggja strandfaraskipini, so tey gomlu skipini við tíðini kunnu verða skift út við nýggj skip, sum hava nýmótans útgerð og liva upp til dagsins krøv, undir hesum at sigla við battaríum”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Nýggja miðal skipið verður um 43 metrar langt, 12,5 metrar breitt og siglir 11 míl. Skipið er tí nakað størri enn Sam, sum er 34 metrar langur, 9,4 metrar breiður og siglir 9,7 míl. Bæði miðal og smærru skipini fara at sigla við battaríum, sum er stórt frambrot í føroyskari sjóvegis flutningsvinnu.
Á fíggjarlógini fyri 2025 eru settar av 20 mió. kr., soleiðis at farast kann undir at smíða nýggja Kalsoyarskipið komandi ár. Væntandi tekur tað 2-3 ár at smíða skipið.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











