Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
Løgreglan kunnar um tað at ansa sær á netinum
Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum.
Børn í dag eru sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, tey samskifta sínamillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Har er undirhald, tey hyggja at myndum, filmsbrotum, fáa tíðindi um hvat hendir í verðini og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, hóast vit vita, at vandi er fyri happing og øðrum keðiligum tilburðum. Vit vita eisini, at tað kemur fyri, at børn eru fyri ágangi, eisini álvarsomum ágangi.
Serliga er vandi á ferð, um barnið skrivar saman við onkrum, sum tey ikki kenna. Tíverri eru fólk ikki altíð tey, tey siga seg vera. Tey kunnu hava stovnað sær ein falskan vanga fyri at tekkjast einum yngri vinarskara, og tey kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey eru komin væl til árs.
Ungir tannáringar eru í størst vanda fyri at verða lokkaðir ella groomaðir av kynsmisnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag, so teir vinna teirra álit og trúnað. Í ringasta føri kann grooming leiða til kynsligan ágang.
Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut:
Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tin við trupulleikarnum . Eisini um tað hevur gjørt okkur 'býtt'.
Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum.
Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá
Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum
Bið barnið koma til tín, um klandur, ráðagerðir ella ótryggleiki koma uppí
Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga hvønn tey spæla ella samskifta við
BOÐA LØGREGLUNI FRÁ
Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgreluni frá.
Tað er neyðugt við próvgum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, eisini brúkaranavn og neyvt nær hendingin fór fram.
Góðar heimasíður hjá foreldrum at kunna seg nærri, fáa meira vitan og fleiri góð ráð:
Den sikre side
Vitan og góð ráð til foreldur um, hvussu tey kunnu hjálpa børnunum við einum tryggum atburði á netinum. Eitt samstarv millum politiið og TrygFonden.
SSP - Ferðast á netinum
SSP - Etikkur á netinum - barnaútvarp
Red Barnet - Um at vera tryggur á netinum
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur