Andakt
Páll Poulsen skrivar
Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi. Es.53.4
Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku. Es.53.10
Nú tók Pilatus Jesus og læt Hann húðfleingja. Jóh.19.1
Rómverska húðfleingingin, framd av sterkum hermanni við stórum vøddum, skaddi og oyðilegði menniskjahold. Ein slíkur avsmurningur var ráur og ómenniskjaligur. Men at verða sligin av Gudi – einum armi, ið bert hevði fingrar fyri neyðini at skapa ovurstórar himnaknøttar – er meiri enn vit kunnu fata. Tað var kærleiki til tín og til mín, sum “motiveraði” Kristus at líða slíka kvøl. Hann tók okkara straff “og við sárum Hansara eru vit grødd”. Es.53.5.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Hvat boygdi, Jesus, høvur títt?
Mín synd varð løgd á teg,
mín svára dóm og myrkur mítt,
ta skuld, ið tyngdi meg,
alt, alt tú bart,
eitt offur vart;
tí tyngir einki meg.
...
3. Jehova lyfti koyril sín,
hann fall, hann fall á teg,
so sára sló teg Faðir tín,
tí slær hann ikki meg;
ja, tíni tár
og tíni sár,
tín pína grøddi meg!
...
5. Gud segði: Vakni svørðið mítt!
Og høggið hitti teg,
tess hita køldi blóðið títt,
tú bøtti fyri meg;
hitt blanka blað,
nú svevur tað
og hóttir ikki meg.
...
*Anne Ross Cousin (Ongl.), 1824–1906.
{Lag: Ira D. Sankey (Amer.), 1840–1908}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.192 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
10 heiðursmerki á Malta
100 ára dagur hjá Andreu Poulsen
Flemish Cap á vandakós
Ivasamt um Tobbi verður borgarstjóri
Jenis av Rana við nýggjari bók
Kæra um kommunuvalið í Runavík
Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar
Miðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í Føroyum
Pensjónistarnir snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
SØGAN UM HANDLARNAR verður givin út
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur