Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Jól í Hogwarts útgivin kring heimin í dag!

Innanlands | 15/10-2024 13:30

“Jól í Hogwarts” er myndabók við vøkrum og fjálgum myndum til alla familjuna. Bókin kemur út kring heimin í dag á 31 málum samstundis – sjálvandi eisini á føroyskum! Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

Fyri milliónir av lesarum kring heimin er Hogwarts ein gandaheimur. Jól í Hogwarts fer uttan iva at gleða lesarar í øllum aldri. Søgan snýr seg um fyrstu jólini hjá Harry Potter í gandaheiminum.

Við teksti úr metsølubókini Harry Potter og vitramannasteinurin eftir J.K. Rowling og glógvandi myndprýðingum í litum, sum Ziyi Gao hevur gjørt, er hetta ein skreytútgáva, sum allir Harry Potter-fjepparar mugu eiga.

Bókin er innbundin, 42 bls. og til børn, sum eru uml. 6-9 ár.

Um Jól í Hogwarts
“Jólini vóru í hondum. Ein morgun vaknaðu tey í Hogwarts og sóu, at alt lá undir í høgum kava.”
Soleiðis byrjar 12. partur í Harry Potter og vitramannasteinurin eftir J.K. Rowling og fjálga søgan um fyrstu jólini hjá Harry Potter í Hogwarts. Stóra Høll er stásiliga pyntað við stórum jólatrøum, og kvøldini í Felagsstovuni í Gryffindor eru so hugnalig. Hetta er ein jólaferia við hita, vinalagi, góðum mati og gandayvirraskilsum, sum Harry ongantíð gloymir.

Ziyi Gao sigur: “Líka sum óteljandi børn kring heim heimin vaks eg upp við nøsini niðri í Harry Potter-bókunum og trúði upp á, at mín gandadreymur kundi gerast veruleiki. Hóast uglan ikki kom við brævi til mín, sum segði, at eg var sloppin inn á Hogwarts, meti eg meg vera ótrúliga hepna at vera ein av myndprýðarunum til hesa høgt elskaðu bókarøð. Í hesi bókini havi eg vovið partar úr gandaheiminum saman við siðbundnum jólasiðvenjum. Eg vil skapa eina visuella uppliving fyri øll børn og vaksin, sum leingjast eftir at uppliva eini gleðilig jól saman við Harry og vinunum í Hogwarts.”

Um myndprýðaran
Ziyi Gao er uppvaksin í Beijing, Kina. Hon flutti til USA í 2014 og hevur útbúgving sum myndprýðari frá School of Visual Arts í New York. Ziyi er ein ravenclaw og býr í løtuni í Vancouver, Kanada.

Um rithøvundin
J.K. Rowling er rithøvundurin handan Harry Potter-bøkurnar. Hon hevur eisini skrivað eina metsølukrimirøð og tvær sjálvstøðugar barnabøkur, m.a. Jólagrísin, sum BFL hevur útgivið á føroyskum. J.K. Rowling hevur fingið nógvar virðislønir fyri sínar bøkur. J.K. Rowling býr í Skotlandi við familjuni.

Um Harry Potter
Røðin um Harry Potter hevur selt yvir 600 mió. eintøk kring heimin á 85 málum og er gjørd til átta stórfilmar. Sjeynda bókin Harry Potter og arvalutir Deyðans seldi 8,3 mió. eintøk fyrstu 24 tímarnar í USA og sló øll met fyri bókaútgávur.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
300.000 børn og ung rýmd úr Ukraina í summar
Almenni sektoru­rin veksur altíð skjótast
Andakt
Arctic Circle: Helgi roynir seg í finaluni í kvøld
BTÙ vøkstur nógv stórst tá tað gongur væl í tilfeingisvinnuni
Bústaðir gevst at byggja
Danskir og føroyskir miðnámsskúla­næm­ingar vitja
Fiskaheilsutoymið hjá Firum til kalibreringsdag
Fleiri bústaðir mugu byggjast
Fólka­skúla­num manglar íløgur til neyðugar dagføringar
FSF og Håkan Ericson hava endað samstarvið
Jól í Hogwarts útgivin kring heimin í dag!
Kommunur­nar 600 mió. í undirskoti í ár
Lands­stýris­mála­nevnd og Ingilín
Mál og lyfti Miðfloksins til Býráðsvalið 2024!
Tað besta óskrivaða føroyska orðatakið
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland verður styrkt
Vipers Kristiansand konkurshótt
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi