Doyði tá svørfiskur leyp á
Svørfiskar eru stórir, men tað er óvanligt at teir leypa á. Ein 36 ára gomul Italiensk kvinna doyði av løstum hon fekk, tá svørfiskur leyp á
Ein 36 ára gomul kvinna úr Italia doyði, tá ein svørfiskur leyp á meðan hon surfaði. Fólk sóu og hóast tey hjálptu beinan veg, var onki at gera. Hendingin fór fram í Indonesia har hon hevur eina ferðavinnufyritøku.
Tað er ikki vanligt at fólk doyggja tí tey verða álopin av svørfiski. Vísindalig grein frá 2007 visti bara um eitt dømi. Ein sum svam í sjónum við lykt og bleiv álopin. Men tað er hent áður at fólk hava fingið skaða.
Í 1886 doyði ein maður í Massachusetts USA. Tað er væl dokumentera og skriva um tað. Svørfiskurin setti hol á bátin. Tað kann lesast her:
Svørðfiskar leypa úr sjónum og teir leypa rímuliga høgt. Video vísur eitt sindur um hetta.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











